info
Ongi úrslit
© Kevin Dietsch/Ritzau Scanpix
Donald Trump hevði týsdag leiðarar úr stóru amerikansku tøknifyritøkunum á miðmálafundi í Hvítu Húsunum. Varaforsetin J.D. Vance og uttanríkisráðharrin Marco Rubio vóru eisini við.

Trump vil lata AI-vinnuna seta sínar egnu reglur

Amerikanski forsetin hevur gjørt eina avtalu við leiðarar í stóru tøknifyritøkunum um vitlíki. Avtalan er sambært Trump moralskt bindandi, men er enn ikki almannakunngjørd.

Eirikur Lindenskov
29. september 2026 kl. 22:27

Fyritøkurnar, sum menna vitlíki, eiga í størri mun sjálvar at seta reglurnar fyri virkseminum, heldur enn at myndugleikarnir gera tað.

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir ein miðmálafund í Hvítu Húsunum í dag við leiðarar í fleiri av heimsins størstu tøknifyritøkum.

Trump og fyritøkuleiðararnir hava undirskrivað eina avtalu, sum forsetin lýsir sum eitt slag av verju.

Spurdur, um avtalan er løgfrøðiliga bindandi, svarar hann:

– Hon er moralskt bindandi, haldi eg.

Avtalan er enn ikki almannakunngjørd. Mike Johnson, formaður í Umboðsmannatinginum, váttar eisini, at hon varð undirskrivað týsdag.

Umhugsa eitt eftirlitsnevnd

Trump heldur, at fyritøkurnar innan vitlíki longu í stóran mun hava eftirlit við sínum egna virksemi.

Hann leggur tó afturat, at stjórnin umhugsar at seta eina nevnd, sum kann hava eftirlit við nýggju tøknini.

Jensen Huang, stjóri í chipframleiðaranum Nvidia, sigur eftir fundin, at hann ikki sær nakra mótsetning millum nýskapan, tøkni og trygd.

– Vit vilja fara fram á ein ábyrgdarfullan og tryggan hátt, sigur hann.

Á fundinum vóru millum onnur Jeff Bezos, Mark Zuckerberg úr Meta, Sundar Pichai úr Google og Elon Musk. Eisini leiðarar úr OpenAI, Anthropic, Microsoft og Nvidia luttóku saman við politiskum leiðarum úr Kongressini.

Óttast at tapa kappingina við Kina

Útmeldingin kemur, samstundis sum trýstið í amerikansku Kongressini fyri strangari eftirliti við AI-vinnuni veksur.

Mike Johnson sigur, at neyðugt er at finna røttu javnvágina millum nýskapan og eftirlit.

Í eini samrøðu við Fox Business Network mánadagin ávaraði hann ímóti at steðga menningini fyribils ella seta ov strangar reglur.

– Vit hava ikki tørv á at fara undir at yvirregulera hetta, tí so tapa vit kappingina við Kina, segði hann.

Stúra fyri størvum og stórum dátumiðstøðum

Amerikanskir politikarar eru undir trýsti frá veljarum, sum vilja hava størri tamarhald á menningini.

Stúranin snýr seg millum annað um, at vitlíki kann koma í staðin fyri menniskjaliga arbeiðsmegi og fáa stórar samfelagsligar avleiðingar. Eisini er ótti fyri, at AI-skipanir kunnu fara at virka uttan menniskjaligt eftirlit.

Sambært Ritzau/AFP hevur OpenAI nýliga biðið um umbering fyri, at ein AI-agentur hjá felagnum framdi eitt hakkaraálop á eina avstralska myndugleikaheimasíðu.

Stóru dátumiðstøðirnar, sum tøknin krevur, elva eisini til ónøgd. Í fleiri lokalsamfeløgum stúra fólk fyri hækkandi elrokningum, stórari vatnnýtslu og tørvinum á lendi.

Málið er vorðið eitt stríðsevni hjá báðum flokkum í valstríðnum undan amerikanska miðskeiðsvalinum.

Ritzau/AFP

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

SMS: Neistin vendi seinastu løtuna 23-25 til javnleik 25-25

18 minuttir síðan
Tíðindi

Latið okkum! - Óli á Grømma talar í Betesda mikukvøldið

32 minuttir síðan
Fótbóltur

Spania vann stórsigur - Slovakia vann á Kasakstan í okkara bólki

38 minuttir síðan
Ítróttur

Myndir: WDF Europe Cup 2026 við Tjarnir

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Allan og Bjarni vunnu á Magnusi Árasyni í European League

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyskur skald­søgu­klass­ik­ari verð­ur giv­in út í USA og Bretlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Tjørnuvíkingar hava eisini rætt til eina trygga farleið

2 tímar síðan
Tíðindi

Jenis vil hava ferð á kann­ing av mat­vøru­prísum

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Teis og liðfelagarnir vunnu á útivølli í European League

3 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar vóru mest sum skrædd­ar sund­ur í Mol­dova

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan fann ongar bumbur í vørubilum við bretska flogstøð

4 tímar síðan
Fótbóltur

U21 EM: Ísland smurdi Sveis av - Føroyar kunnu enn røkka øðrum plássinum

5 tímar síðan