Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið næstseinasta EM-undankappingardystin í undanbólki C móti Luksemborg á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
Rás1 vísir dystin, og útvarpsrásin VOX POP sigur frá dystinum ("Stjórnin" er á FM1 tá).
Frakland er fremst í undanbólki C við 20 stigum. Sveis hevur 17 stig, Ísland hevur 15 stig, og Føroyar hava 12 stig. Luksemborg hevur fýra stig, og Estland er aftast við tveimum stigum.
Um Føroyar vinna á Luksemborg, so kunnu okkara við sigri á Íslandi 6. oktober røkka øðrum plássinum í bólkinum, um Frakland á heimavølli vinnur á Sveis.
Føroyar vunnu útidystin móti Luksemborg 9. september í fjør. Dávid Reynheim syrgdi fyri einasta málinum í dystinum.
Altjóða veddingarfyritøkur hava Føroyar sum ein lítlan favoritt til dystin í Klaksvík í kvøld.
Oddsini upp á heimasigur til Føroyar liggja millum 2,02 og 2,18.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,07 og 3,47.
Oddsini upp á útisigur til Luksemborg liggja millum 3,10 og 3,50.
HER eru oddsini:
-
©