Tíðindaskriv:
Alt teirra vaksna lív hava Judy og Óli á Grømma virkað fyri HARRAN innan altjóða trúboðanarfelagsskapin New
Tribes Mission.
Í løtuni vitja tey heima í Føroyum, og hesa vikuna hevur Óli eina fundarrøð í Betesda, har hann talar út frá Hebr. 10:19-25.
Fundarrøðin byrjaði sunnukvøldið, og heldur fram mikukvøldið kl. 20.
Eftir møtið verður ein drekkamuður, har høvið verður at heilsa upp á tey bæði.
Hjartaliga vælkomin 😊