info
Ongi úrslit

Føroyskar og grønlendskar fyritøkur vitja Ísland undir COP28

Innsent: 4. desember fóru 14 fólk frá føroyska og grønlendska vinnulívinum til Íslands at vitja leiðandi íslendskar fyritøkur innan arbeiðið við veðurlag og náttúru.

Pætur Hjalmar Evensson
5. desember 2023 kl. 23:28

Hetta er fyrstu ferð, at fyritøkur frá teimum trimum burðardygdar felagsskapunum, CSR Greenland, Burðardygt Vinnulív og FESTA í Íslandi, hittast fyri at vitunardeila og læra av átøkum hjá hvør øðrum í mun til veðurlags- og náttúruvandar. Ferðin er lutvíst er stuðlað av NORA.

 

Endamálið við ferðini er at stuðla undir læring millum fyritøkurnar, og virka fyri undir øktari vitan um vinnuátøk at møta veðurlags- og náttúruvandum og møguleikum, soleiðis at fyritøkurnar hava enn betri grundarlag at menna sterk strategisk átøk innan burðardygga økið.

 

Grønlendsku og føroysku fyritøkurnar umboða ymiskar vinnur so sum banka-, byggi-, fjarskiftis-, fiski-, verkfrøði- og farmavinnu, umframt flogferðslu og váðafýsna fígging. Fyritøkurnar arbeiða ítøkjuliga við burðardyggum átøkum og fleiri av teimum hava givið tilsøgn um at røkka vísundaliga ásettum málum, at minka um egið útlát av veðurlagsgassum, umframt at stuðla kundunum í at minka um teirra.

 

Ferðin er yvir fýra dagar og fevnir umframt faklig upplegg frá serfrøðingum, um vitjanir hjá Eimskip, Brim, Marel, Landsbankinn, Iceland Air og The Carbfix carbon capture project.

 

Ferðin fellur saman við COP28, sum er í Dubai, har tað er ein global støðuuppgerð á framburð móti veðurlagsbroytingum, eins og kjak er um, hvussu náttúra, fólk og lívsgrundarlag kann verða bulurin í veðurlagsátøkum kring heimin.

 

Nærri kunning um CSR Greenland, Burðardygt Vinnulív og FESTA, er her.

 

Luttakandi fyritøkur: Air Greenland, Betri Banki, Burðardygt Vinnulív, Christian í Grótinum, CSR Greenland, Føroya Tele, J&K Petersen, MEST, Nalik Ventures, Ramboll, og SMJ.

 

(Tíðindaskriv)

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

21 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fyrrverandi borgar­stjóri er nú vara­borgar­stjóri í Vestmanna

57 minuttir síðan
Fótbóltur

Høvdu vunnið seks av seks dystum - taptu fyri Andorra á fyrsta sinni

1 tími síðan
Tíðindi

Eyðdis vil hava aldursmark – Jacob hevur ongar ætlanir

2 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ætlar ikki at strika toll og avgjøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Heystfagnaðarskráin 2026 er tøk

3 tímar síðan
Tíðindi

53 milliónir meira til gransking og menning

3 tímar síðan
Tíðindi

Fyrsta føroyska váða­mynd­in verð­ur klár í nov­em­ber ella desem­ber

4 tímar síðan
Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

5 tímar síðan
Tíðindi

Almenn byggisamtykt endurskoðað og góðkend

5 tímar síðan
Tíðindi

SSL skal gjalda: Havnin vil ikki víkja frá avtalu

5 tímar síðan
Tíðindi

SSL-skip skulu ikki frítakast fyri at gjalda

6 tímar síðan
Tíðindi

Nato ávarar Russland

6 tímar síðan