info
Ongi úrslit

Fólkaflokkurin mótmælir at landsstýrið ger seg inn á sjálvræði hjá Tórshavnar Havn

Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð mótmælir at Landsstýrið ætlar at gera seg inn á sjálvræði og avtalurættin hjá Tórshavnar Havn

Høgni Vilhelmsen og Birgir Nielsen
8. oktober 2026 kl. 14:49

Uppskot um Fíggjarlóg 2027 verður í hesum døgum borið niðan í Løgtingið, sum millum annað hevur sum endamál at frítaka Strandferðsluni at rinda havnagjald og vørugjøld eitt nú til Tórshavmar Havn.

Hetta kann koma at kosta Tórshavnar Havn umleið 7 mió.kr. árliga.

Men málið er nógv meira álvarsamt og víðgongd enn bara eitt mál um sparingar hjá landskassanum og at velja at fara niður lumman hjá Tórshavnar Havn eftir pengum, sum man ikki megnar at finna innanhýsis í síni egnu fíggjarlóg.

Tórshavnar Havn hevur síðstu mongu árini gjørt munandi íløgur í havnir, sum hevur havt sum endamál at betra munandi um møguleikarnar hjá vinnuni í øllum Føroyum við bæði øktum útflutningi og øktum innflutningi. Harumframt hevur Tórshavnar Havn við hesum útbyggingum eisini betrað um umstøðurnar til skipini hjá Strandferðsluni, sum brúka koma og fara umleið 4-5.000 ferðir um árið í Tórshavnar Havn. So hetta er ikki smávegis tænastir, sum talan er um.

Tí hevur tað altíð verið nattúrligt, at Strandferðslan eisini rindar fyri tær tænastur, sum Tórshavnar Havn veitir teirra skipum.  Her fyriliggur eisini ein klár avtala millum Tórshavnar Havn og Strandferðsluna, sum ásetur hvørjar tænastur Tórshavnar Havn veitir, og hvat ið Strandferðslan rindar fyri tænasturnar.

Vit vilja vísa á fleiri løgfrøðisligar kanningar, bæði fyrr og nú, sum klárt vísa á: 

- at hetta uppskotið stríðir móti Stýrisskipanarlógini og Grundlógini

- at uppskotið ger seg grunnleggjandi inn á kommunala sjálvræðið

- at uppskotið hóttir tilverugrundarlagið hjá Tórshavnar Havn

Vit vilja tí staðiliga heita á Jacob Vesturgaard, Landsstýrismann, um at taka hetta uppskotið aftur. 

 

Vegna Fólkaflokkin í  Tórshavnar Býráð

Høgni Vilhelmsen, býráðslimur

Birgir Nielsen, býráðslimur

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Ein sparing á 15 milliónir sum gevur meining

15 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggj skipan um landbúnaðarstuðul

21 minuttir síðan
Tíðindi

Gutti Winther gjørdi Føroyar kendar í Washington

31 minuttir síðan
Tíðindi

Nes kommuna er nú fjølmentari enn Fuglafjarðar kommuna

1 tími síðan
Tíðindi

Anne Carson fær Nobel­virðisløn­ í bók­mentum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið sum skal spæla tveir dystir móti Eysturríki er úttikið

2 tímar síðan
Tíðindi

Widerøe kosið av vera best í Evropa

2 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Soleiðis vann Slovakia 4-0 á Moldova í okkara bólki

2 tímar síðan
Tíðindi

ABC fyri sálarliga heilsu á arbeiðsplássinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Nú kunnu pápar læra at gera hestahalar og flætta hár

3 tímar síðan
Tíðindi

Útnorður­londini gera leiðara­fund til fasta árliga skipan

3 tímar síðan
Tíðindi

66 fólk eru druknað í Noregi higartil í ár

3 tímar síðan