Búnaðarstovan skrivar, at nýggja lóggávan hevur umfatandi broytingar við sær í mun til undanfarnu lóggávuna; m.a. eru munandi fleiri úrdráttir komnir undir stuðulsskipanina.
Sí kunngerð nr. 63 frá 1. juli 2026 um um landbúnaðarstuðul fyri 2026, sí: https://logir.fo/Kunngerd/63-fra-01-07-2026-um-um-landbunadarstudul-fyri-2026.
Stuðulin er ætlaður til:
- Vinnuliga skrásettar bøndur
Tó við hesum undantøkum
-Stuðul til gøðingarkálvar
-Varðveitsla av gomlum føroyskum húsdjórasløgum
-Hagreiðing av seyðaskinnum
Allar umsóknir um landbúnaðarstuðul skulu framyvir nýta nýggju umsóknarbløðini sum grundarlag fyri umsóknini, saman við møguligum fylgiskjølum.
Viðgerðin av umsóknunum er grundað á, at umsøkjarin undirskrivar umsóknina við eini “trú og heiður” váttan.
Umsóknarfreistirnar til ymsu stuðulsveitingarnar eru upplýstar á umsóknarbløðunum, og hesi kunnu heintast á heimasíðuni hjá Búnaðarstovuni, sí leinkið her
Lagt kann verða aftrat, at í ávísum førum er Búnaðarstovuni álagt at fremja staksýni á staðnum í sambandi við viðgerðina av umsóknunum.
Harumframt er í flestu førum eisini álagt umsitingini (t.v.s. Búnaðarstovuni) at krevja váttan sbrt. roknskaparuppgerð. Hetta merkir, at grundarlagið fyri stuðulsumsóknini (t.d. mongd og upphædd v.m.), eins og veittur landbúnaðarstuðul, í báðum førum skulu kunna lesast úr ársroknskapinum ella úr eini ársroknskaparfrágreiðing, sum umsøkjaranum er álagt at senda Búnaðarstovuni í seinasta lagi 1. apríl árið eftir.
Heimildin fyri hesum kravi eru treytir Fíggjarmálaráðsins í kunngerð nr. 125 frá 19. september 2011 um lógarbundna játtan og stuðulsjáttan, sí: https://logir.fo/Kunngerd/125-fra-19-09-2011-fra-logarbundna-jattan-og-studulsjattan, har stuðulsmóttakarin serliga eigur at geva gætur um ásetingarnar nevndar í §§ 20 – 24 í hesi kunngerðini.