Einaferð miðskeiðis í hesum árinum var fólkatalið í Nes kommunu og Fuglafjarðar kommunu júst hitt sama, men nú einar 2-3 mánaðir seinni, er fólkatalið í Nes kommunu farið upp um fólkatalið í Fuglafjarðar kommunu.
Sambært Hagstovu Føroya búðu 1645 fólk í Nes kommunu og 1636 fólk í Fuglafjarðar kommunu í endanum av august í ár. Soleiðis vóru níggju borgarar fleiri í Nes kommunu enn í Fuglafjarðar kommunu.
Fólkatalið í Nes kommunu er nógv vaksið seinnu árini, og serliga síðan Eysturoyartunnilin læt upp, hevur verið stórur fólkavøkstur.
Ein av kommununum, sum Nes kommuna eftir øllum at døma fer at yvirhála í fólkatali í næstum, verður Tvøroyrar kommuna við sínum 1699 borgarum - ella bert 54 borgarum fleiri enn Nes kommuna.
Tá fólkatalið í einari kommunu minkar, sum tað ger í Tvøroyrar kommunu, meðan tað veksur í hinari, tekur tað ikki langa tíð, áðrenn hin størra kommunan verður innheintað - tá munurin í dag bert er 54 fólk.
Í Sjóvar kommunu hevur eisini verið fólkavøkstur, og her búgva í dag 1346 fólk. Hyggja vit eftir fólkatalinum í eitt nú Vágs kommunu, sum er 1325, er greitt, at Sjóvar kommuna longu hevur yvirhálað Vágs kommunu í fólkatali.
At hetta er tøl fyri august, og á Hagstovu Føroya verður sagt, at seinasta dagføringin er tíðliga í mánaðinum eftir.
Vit kunnu leggja afrat, at munurin millum Klaksvíkar kommunu við sínum 5.595 borgarum og Runavíkar kommunu við sínum 4.548 borgarum bert er 1.047 íbúgvar.