Herfyri fyriskipaði norðurlendsku sendistovurnar I Washington fyri einari norðurlendskari kokkakapping við áherðslu á norðurlendskar rávørur og luttók Gutti fyri Føroyar.
Við føroyskum laksi og føroyskum saltfiski og einari sera kreativari dessert vann Gutti kappingina ! og hann fekk nogv rós fyri sítt kynstur.
Kappingin fór fram á norsku sendistovuni í Washington og norski Sendiharrin greiddi í røðu sínari fyri Gutta frá hvussu nogv sendistovan nýtti norskar rávørur og norskar kokkar til at promovera noreg og norskan útflutning.
Vit Føroyingar kunnu vera errin av Gutta og hvussu væl hann umboðaði okkum í Washington.
-
©