Hetta er ein heiður, sum hevur verið latin á hvørjum ári síðan 1991, og norska økisflogfelagið vann eisini henda heiður í 2012.
Hetta er ein heiður, sum verður latin á Airline Awards, stytt ERAA, sum hesaferð hevur verið í Belfast í Norðurírlandi.
Sambært norskum miðlum í dag, fekk Widerøe eisini heiður fyri síni økissambond og ferðanetverk, sum sagt verður.
Orsøkin til, at felagið fekk heiðurin á Airline Awards, er miðvísa arbeiðið at búgva flogfelagið út til framtíðina, eins og felagið hevur góð fíggjarlig úrslit.
Norskir miðlar vita at siga, at Widerøe flýgur til 41 støð í Noregi og átta støð uttanfyri Noreg.