info
Ongi úrslit
Tað vóru fýra menn, sum høvdu leigað sær ein bát til frítíðarfisking. Báturin var funnin koppaður, og bert líkið av tí eina manninum er funnið aftur. Hinir tríggir eru framvegis saknaðir

66 fólk eru druknað í Noregi higartil í ár

Í september druknaðu níggju fólk í Noregi, harav fimm av vanlukkunum høvdu samband við fisking

Vilmund Jacobsen
8. oktober 2026 kl. 11:40

Níggju fólk lótu lív í druknivanlukkum í Noregi í september, og higartil í ár eru tilsamans 66 fólk druknaði í Noregi. Um vanlukkurnar í september verður sagt, at fimm høvdu tilknýti til fisking.

Hetta vísa hagtøl hjá norska Redningsselskapet.

Í september lótu fýra kekkisk ferðafólk lív í Noregi.

Tað vóru fýra menn, sum høvdu leigað sær ein bát til frítíðarfisking. Báturin var funnin koppaður, og bert líkið av tí eina manninum er funnið aftur.

Teir fýra, sum lótu lív, vóru menn í 50 og 60-árunum, og norskir miðlar vita at siga, at teir vóru partur av einum kekkiskum ferðalag, sum tilsamans taldi átta.

Redningsselskapet veit eisini at siga, at seks av teimum nýggju fólkunum, sum druknaðu í Noregi í september, vóru útlendsk ferðafólk.

Meira um hetta kann lesast í www.kystmagasinet.no

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útnorðurlondini gera leiðarafundin til fasta árliga skipan

26 minuttir síðan
Hondbóltur

Hondbóltur: Hesir møta Kosovo og Montenegro

1 tími síðan
Tíðindi

USA og Russ­land um­røtt amerik­anskan leik­lut í Nord Stream

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri dripin í russiskum álopum á Kramatorsk

1 tími síðan
Tíðindi

Kristrún skemtar: – Nú eri eg tann elsta í Útnorðri

2 tímar síðan
Tíðindi

Karamellugøtan verður nú dagførd

2 tímar síðan
Tíðindi

1. viðgerð av fíggjarlógini heldur fram í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

WWF: Stór afturgongd í stovnunum av villum dýrum

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan venur í Havn og á Sandi í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Fingu bót fyri at flúgva við dronu við Trælanípuna

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil síggja prógv­ini fyri at niður­leggja verk­ætlan­ar­deildina

5 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja spældi seg víðari í steypakappingini

6 tímar síðan