info
Ongi úrslit

Útnorðurlondini gera leiðarafundin til fasta árliga skipan

Føroyar, Grønland og Ísland fara framyvir at hava árligan fund millum stjórnarleiðararnar í teimum trimum útnorðurlondunum.

Eirikur Lindenskov
8. oktober 2026 kl. 11:56

Tað varð avgjørt á fyrsta serstaka leiðarafundinum millum londini, sum varð hildin í Íslandi í gjár.

Á fundinum vóru Beinir Johannesen, løgmaður, Jens-Frederik Nielsen, formaður í grønlendska landsstýrinum, og íslendska forsætisráðfrúan Kristrún Frostadóttir.

Sambært íslendska forsætismálaráðnum var hetta fyrstu ferð, at stjórnarleiðararnir í Føroyum, Grønlandi og Íslandi hittust í einum av londunum til ein fund, sum serliga var ætlaður felags áhugamálum hjá teimum trimum londunum.

Kristrún skemtar: – Nú eri eg tann elsta í Útnorðri

Nú verður ætlanin, at slíkir fundir skulu haldast á hvørjum ári.

Á tíðindafundinum eftir fundin segði Kristrún Frostadóttir, at londini hava nógv felags áhugamál og avbjóðingar, og at størri samstarv kann styrkja støðuna hjá teimum í einum heimi, har áhugin fyri Arktis og Norðuratlantshavi er vaksin nógv.

Beinir Johannesen legði dent á, at tað ov ofta eru onnur enn tey, sum sjálvi búgva í Arktis, sum seta orð á menningina í økinum. Tí er tað týdningarmikið, at londini sjálvi styrkja samstarvið og gera sína rødd galdandi.

Jens-Frederik Nielsen vísti eisini á, at samstarvið nú verður lyft upp á stjórnarleiðarastig. Útnorðurráðið hevur leingi verið parlamentariski samstarvspallurin millum Føroyar, Grønland og Ísland, men við árligu leiðarafundunum fáa stjórnirnar nú eisini ein fastan politiskan pall.

Á fundinum varð millum annað tosað um trygdina í Norðuratlantshavi og Arktis, vinnuligar møguleikar og altjóða íløgur.

Leiðararnir vitjaðu eisini trygdarøkið á Keflavíkarflugvølli og hittu altjóða íleggjarar, sum hava áhuga fyri møguleikum í Útnorðri og Arktis.

Kelda: Forsætismálaráðið í Íslandi/Sermitsiaq

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

66 fólk eru druknað í Noregi higartil í ár

41 minuttir síðan
Hondbóltur

Hondbóltur: Hesir møta Kosovo og Montenegro

1 tími síðan
Tíðindi

USA og Russ­land um­røtt amerik­anskan leik­lut í Nord Stream

1 tími síðan
Tíðindi

Fleiri dripin í russiskum álopum á Kramatorsk

1 tími síðan
Tíðindi

Kristrún skemtar: – Nú eri eg tann elsta í Útnorðri

2 tímar síðan
Tíðindi

Karamellugøtan verður nú dagførd

2 tímar síðan
Tíðindi

1. viðgerð av fíggjarlógini heldur fram í dag

2 tímar síðan
Tíðindi

WWF: Stór afturgongd í stovnunum av villum dýrum

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgreglan venur í Havn og á Sandi í dag

3 tímar síðan
Tíðindi

Fingu bót fyri at flúgva við dronu við Trælanípuna

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil síggja prógv­ini fyri at niður­leggja verk­ætlan­ar­deildina

5 tímar síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Sasja spældi seg víðari í steypakappingini

6 tímar síðan