Ein nýggj farleið fyri Gøtudalstunnilin er nú komin inn í ætlanirnar hjá Landsverki.
Í staðin fyri at tunnilin skal koma út undir Valaknúkum, verður nú kannað, um hann kann koma út við Skipaneskrossin.
Tað kom fram í Løgtinginum í vikuni, tá Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, svaraði einum fyrispurningi.
Sambært Landsverki kann nýggja farleiðin gerast bæði styttri og betri fyri ferðsluna norðaneftir.
Verandi vegleiðin gjøgnum Gøturnar og um Gøtueiði til rundkoyringina í Eysturoyartunlinum er umleið 15 kilometrar.
Ein farleið vestarumegin Skálafjørðin, um bygdina í Skálafirði, er umleið 19 kilometrar.
Fríðrik Heinesen, verkfrøðingur hjá Landsverki, hevur greitt Kringvarpinum frá, at ein nýggj farleið má vera bæði skjótari og betri, um íløgan skal loysa seg.
Kostnaðurin kann fara upp í 650 milliónir
Ein tunnil úr Gøtudali til Skálafjørðin ella Skipaneskrossin er mettur at kosta umleið 500 milliónir krónur uttan váðaískoyti.
Við váðaískoyti verður metti kostnaðurin umleið 650 milliónir krónur.
Harumframt er neyðugt við vegagerð.
Ein vegur oman fyri Søldarfjørð er mettur at kosta umleið 100 milliónir krónur. Ein vegur norðan fyri bygdina í Skálafirði er mettur at kosta á leið somu upphædd.
Tað merkir, at samlaði kostnaðurin verður hægri enn tunnilsmetingin einsamøll.
Borgarstjórin krevur lokarennu
Men nýggja ætlanin fær ikki treytaleysa undirtøku í Runavíkar kommunu.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur við Kringvarpið, at um ferðslan norðaneftir skal førast út eftir eystara armi á Skálafjørðinum, má ein lokarenna við Fjøruvegin í Runavík gerast beinanvegin.
Hann vísir á, at tað ikki ber til at økja ferðsluna munandi gjøgnum økið og samstundis menna ein miðbý í Runavík.
Borgarstjórin væntar eisini, at tunga ferðslan fer at vaksa munandi við nýggju farleiðini.
Upprunaliga hugsanin við tunnilsleiðini undir Valaknúkum var at býta ferðsluna sundur, so tunga ferðslan fór eftir Strandavegnum, meðan lætta ferðslan kundi fara gjøgnum Runavík.
Nýggja uppskotið kann broyta hesa ætlanina.
Enn er talan um kanningar hjá Landsverki, og eingin endalig avgerð er tikin um, hvar Gøtudalstunnilin skal koma út.