info
Ongi úrslit

Silja var toppskjútti tá Ajax vann seg upp á oddasessin

Føroyingaliðið er nú fremst í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Mynd: Ajax
Heri Á. Simonsen
14. november 2026 kl. 15:15

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag, og í báðum førum gjørdist talan um sigrar.

Liðið hjá Silju G. Eystberg (myndin), Vár og Lív Zachariasen, Ajax vann í høllini í Bavnehøj stórsigur 33-22 á GOG. Í steðginum var støðan 16-12 til Ajax.

Silja skoraði átta mál, og var saman við Natascha Wollesen toppskjútti hjá heimaliðnum. Lív skoraði tvey mál og Vár skoraði eitt mál.

Ajax er nú fremst í deildini við 16 stigum. Roskilde og AGF hava 14 stig hvør. GOG er nummar fýra við 10 stigum.

Liðið hjá Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen hevur eisini 10 stig, men málmunurin sendir tær niður á sjeynda plássið.

Í dag vann Ejstrup/Hærvejen á heimavølli á einum øðrum liði, ið eisini hevur 10 stig, nevnliga SIK Viborg. Dysturin í Ejstrupholm høllini endaði við 27-25 sigri til Ejstrup/Hærvejen, ið var á odda 16-13 í steðginum.

Rannvá skoraði trý mál fyri heimaliðið.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

16 tímar síðan

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggj tunnilsleið kann kosta 650 milliónir krónur

40 minuttir síðan
Fótbóltur

U19-landsliðið tapti tepurt fyri Montenegro

1 tími síðan
Tíðindi

Stórur íleggjari hevur selt øll partabrøvini í Bakkafrost

1 tími síðan
Tíðindi

Íslendskir fiskimenn kunnu fara at landa í Føroyum

2 tímar síðan
Tíðindi

Benjamin Rajani: Nú føli eg, at hann letur meira upp!

3 tímar síðan
Tíðindi

Aksel umhugsar at talgilda skatta­list­ar­nar

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Arbeiðir løgmaður við tveimum tjóðarsemjum?

5 tímar síðan
Tíðindi

Maður handtikin eftir innbrot á apotekið í Havn

6 tímar síðan
Tíðindi

Lesandi kunnu vinna 30.000 krónur uttan mótrokning

7 tímar síðan
Tíðindi

Vilja hava lands­stýr­ið at vísa hvat kem­ur burt­ur úr Útnorður­ráðnum

8 tímar síðan
Hondbóltur

Hákun móti Elias - beinleiðis á TV3 Sport

9 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Niðurlond og Ísland vunnu stórsigrar

15 tímar síðan