Fía Selma Nielsen vil millum annað hava at vita, hvussu orkutrygdin hjá Føroyum er í dag, og nær aðrir framleiðarar kunnu sleppa at framleiða inn á elnetið hjá SEV.
Hon spyr eisini, um stórir elbrúkarar í vinnuni fara at fáa møguleika at gera íløgur í vindorku og aðra varandi orku til egna nýtslu.
Í viðmerkingunum vísir hon á samgonguskjalið, har sagt verður, at ferð aftur skal setast á útbyggingina av vindorku og aðrari varandi orku, og at fleiri skulu sleppa inn á marknaðin at framleiða inn á netið hjá SEV.
Sambært Fíu Selmu Nielsen veksur eltørvurin í Føroyum skjótt, meðan útbyggingin av varandi orkuframleiðslu gongur ov seint. Tá framleiðslan ikki fylgir við tørvinum, verður munurin í stóran mun fyltur við olju.
Hon vísir eisini á, at kríggj og geopolitiskir spenningar hava gjørt greitt, hvussu viðbrekin altjóða orkuveitingin kann vera.
Ein stórur partur av føroysku elorkuni verður brúktur av vinnuni, og sambært spyrjaranum hava fleiri orkukrevjandi fyritøkur bæði kapital, vitan og vilja til sjálvar at gera íløgur í varandi orkuframleiðslu.
Hon heldur tó, at verandi karmar ikki geva vinnuni nøktandi møguleikar at gera slíkar íløgur.
Í fyrispurninginum verður eisini nevnt, at um vinnan fær møguleika at framleiða sín egna streym, meta summi, at Føroyar innan fá ár kunnu gerast bæði meira sjálvberandi og burðardyggar á orkuøkinum.
Samstundis leggur Fía Selma Nielsen dent á, at SEV framvegis eigur at hava ábyrgdina av elnetinum og veitingartrygdini, og at vinnan kann rinda eitt samfelagsligt gjald til SEV, hóast fyritøkurnar framleiða ein part av orkuni sjálvar.
Fyrispurningurin er settur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu í heilsu- og orkumálum, og er dagfestur 24. september 2026.
Spurningarnir eru:
Hvussu er orkutrygdin hjá Føroyum?
Fara orkutungir elbrúkarar at fáa møguleika at gera íløgur í varandi orkuframleiðslu úr vindi til egna nýtslu?
Nær kunnu onnur framleiða inn á netið hjá SEV?