Í ovara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum kann nú staðfestast, at KÍ skal bert vinna ein av teimum seinastu trimum dystunum fyri at staðfesta meistaraheitið. KÍ vinnur eisini FM um HB snávar í bert einum av teimum seinastu trimum dystunum.
KÍ er nú fremst við 49 stigum, meðan HB er næstfremst við 41 stigum. Víkingur hevur 30 stig og Skála ÍF hevur 14 stig.
HB tapti seinnapartin 0-3 fyri Víkingi í Sarpugerði. Tað dugdi KÍ at gagnnýta, og vann KÍ 4-0 á Skála ÍF á vøllinum við Djúpumýru. Sigursmálskjúttin frá finaluni um løgmanssteypið, Durita Hummeland (myndin) skoraði reint hattrick fyri KÍ.
Í triðseinasta umfarinum leygardagin 3. oktober verður spælt soleiðis: HB-Víkingur og KÍ-Skála ÍF.
Víkingur-HB 3-0 (2-0)
1-0 Jensa Tórálvsdóttir (3.)
2-0 Jensa Tórálvsdóttir (39.)
3-0 Sára Vang Justinussen (75.)
KÍ-Skála ÍF 4-0 (1-0)
1-0 Birita Mohr (41.)
2-0 Durita Hummeland (55.)
3-0 Durita Hummeland (56.)
4-0 Durita Hummeland (70.)
Kelda: dystir.fo