info
Ongi úrslit

Føroyar fyrimynd fyri tunlar í Hetlandi

Ein nevnd í bretska undirhúsinum mælir stjórnini til at stuðla tunlum í Hetlandi. Føroysku royndirnar vísa, at fast samband kann styrkja oyggjasamfeløgini, heldur nevndin.

Eirikur Lindenskov
18. oktober 2026 kl. 15:28

Bretar eiga at læra av Føroyum, tá ið støða skal takast til framtíðar ferðasambandið í Hetlandi.

Tað er ein av niðurstøðunum hjá skotsku nevndini í bretska undirhúsinum, sum hevur lagt fram eina frágreiðing um fast samband til skotsku oyggjarnar.

Sambært Shetland News heldur nevndin, at tunlar til oyggjar sum Yell, Unst og Whalsay kunnu tálma fráflyting, bøta um lívskorini og skapa betri grundarlag undir vinnulívinum.

Nevndarlimir vitjaðu í Føroyum í mars í ár fyri at kanna, hvussu føroysku tunlarnir eru fíggjaðir og bygdir.

Í frágreiðingini verður dentur lagdur á, at føroysku íløgurnar fyrst og fremst eru gjørdar fyri at gagna samfelagnum. Betri samband hevur sambært nevndini havt týdning fyri at varðveita og menna búsetingina.

Yell fyrst – síðani Unst

Hetlendsku myndugleikarnir hava raðfest ein tunnil til Yell fremst. Síðani kemur sambandið til Unst.

Skotska stjórnin hevur sett 23 milliónir pund av til fyrireikandi arbeiði næstu árini, men fíggingin til sjálva byggingina er enn ikki komin upp á pláss.

Bretska tingnevndin heldur, at stjórnin í London eigur at viðgera møguleikarnar fyri at stuðla verkætlanunum, eitt nú við lánum og ábyrgdum.

Samstundis verður ávarað um, at óálítandi ferjusamband leggur stórar avmarkingar á gerandisdagin hjá oyggjabúgvum og raksturin hjá fyritøkum.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Mattias helt málið reint tá Strømsgodset knústi oddaliðið

14 minuttir síðan
Tíðindi

Ljósareyður oktober

49 minuttir síðan
Tíðindi

Stór lands­inn­savn­ing hjá Reyða Krossi Før­oya 31. oktobur

56 minuttir síðan
Tíðindi

Metstór luttøka: Talváhugin tykist vaksandi í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Eivør er bara blivin betri og betri

1 tími síðan
Fótbóltur

Hillerød mátti lúta fyri oddaliðnum

2 tímar síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland misti í oddastríðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Vaskikona innilæst í fongsulskliva í trý samdøgur

3 tímar síðan
Tíðindi

Bumban í Viðvík sprongdist ikki

3 tímar síðan
Tíðindi

Danmark sigur nei til trygdar­avtalu við Russ­land

4 tímar síðan
Tíðindi

Chelsea-málverji breyt kjálkan í samanbresti

5 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin: NSÍ og KÍ hava størstu favorittstøðurnar

6 tímar síðan