Lagið er gott kring Marienlyst leikvøllin í Drammen.
Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset hava fyri løtu síðani vunnið ein knúsandi 5-0 stórsigur á Haugesund, ið var oddaliðið í næstbestu norsku fótbóltsdeildini undan dystinum. Nú er Strømsgodset fremst við 60 stigum. Haugesund hevur 59 stig.
Sambært keldu hjá in.fo, ið var til dystin hevði Mattias onkrar framúr bjargingar í dystinum.
Kent-Are Antonsen, Sebastian Pingel og Gustav Valsvik syrgdu fyri, at støðan var 3-0 í steðginum. Í seinna hálvleiki øktu Elias Hoff Melkersen og Herman Stengel til 4-0 og 5-0.
Strømsgodset hevur nú tríggjar dystir eftir at leika. Tann triðseinasti verður leiktur á útivølli komandi sunnudag klokkan 12. Mótstøðuliðið verður gamla liðið hjá Hera Hjalt Mohr, Strømmen.