info
Ongi úrslit

Stór lands­inn­savn­ing hjá Reyða Krossi Før­oya 31. oktobur

Leygarkvøldið 31. oktobur skipar Reyði Krossur Føroya fyri stórari landsinnsavning, sum verður send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya. Í ár verður innsavningin serlig, tí felagsskapurin samstundis hátíðarheldur 100 ár av hjálpararbeiði í Føroyum.

Eirikur Lindenskov
18. oktober 2026 kl. 15:07

Í 100 ár hevur Reyði Krossur Føroya hjálpt fólki í neyð – bæði her heima og úti í heimi. Peningurin frá landsinnsavningini er við til at gera hetta arbeiðið møguligt.

Peningurin, sum kemur inn, fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum og kring heimin. Í Føroyum fer stuðulin millum annað til at hjálpa familjum og einstaklingum, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka, til arbeiðið at fyribyrgja einsemi og skapa felagsskap og til fyrstuhjálp og tilbúgving. Kring heimin er Reyði Krossur til staðar, tá kríggj, náttúruvanlukkur og aðrar kreppur raka, og stuðulin úr Føroyum er við til at veita fólki hjálp, verju og tryggari umstøður. 

Vertir á kvøldinum verða Elin á Rógvi og Uni Holm Johannesen, og í sendingini verða samrøður og søgur úr hjálpararbeiðinum, umframt tónleikur við Anniku Hoydal, Tøgn, Danny Baldursson, Ólavi Højgaard og Martini Joensen, Guðrun Sólju og Sophiliu. 

Fylgið við leygarkvøldið 31. oktober – og hjálpið okkum at hjálpa.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Føroyar fyrimynd fyri tunlar í Hetlandi

21 minuttir síðan
Tíðindi

Ljósareyður oktober

35 minuttir síðan
Tíðindi

Metstór luttøka: Talváhugin tykist vaksandi í Føroyum

53 minuttir síðan
Tíðindi

Eivør er bara blivin betri og betri

1 tími síðan
Fótbóltur

Hillerød mátti lúta fyri oddaliðnum

1 tími síðan
Fótbóltur

FC Nordsjælland misti í oddastríðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Vaskikona innilæst í fongsulskliva í trý samdøgur

2 tímar síðan
Tíðindi

Bumban í Viðvík sprongdist ikki

3 tímar síðan
Tíðindi

Danmark sigur nei til trygdar­avtalu við Russ­land

4 tímar síðan
Tíðindi

Chelsea-málverji breyt kjálkan í samanbresti

4 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin: NSÍ og KÍ hava størstu favorittstøðurnar

6 tímar síðan
Tíðindi

Musk vísti fram flúgvandi Tesla

7 tímar síðan