info
Ongi úrslit

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap minkar 650 tons

Føroyski parturin av toskakvotuni á Flemish Kap er 22,35%. Tískil verður okkara partur 2.783 tons í 2027 samanborið við 3.433 tons í 2026

Vilmund Jacobsen
28. september 2026 kl. 22:37

Ársfundurin í NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) varð hildin í Vilnius í Litava í døgunum 21.-25. september 2026.

- Støddin á toskastovninum á Flemish Kap hevur verið skiftandi, síðan latið varð upp aftur fyri fiskiskapi í 2010. Limalondini eru samd um at lata toskastovnin koma fyri seg við at hava eitt varligt veiðitrýst.

Í uttanríkis-og fiskimálaráðnum verður víst á, at nýggja fyrivarnismeginreglan vísir, at stovnurin er minkaður, og størri varsemi krevst í fiskiskapinum.

Fyri at tryggja, at veiðan framhaldandi skal vera burðardygg, mælti NAFO-Vísindaráðið til at lækka mest loyvdu veiðu (MLV) millum 19%-34%.

- NAFO-limalondini samdust um at áseta MLV til 12.452 tons fyri 2027, sum er ein lækking á 18,9%.

Sostatt gjørdist toskakvotan tann hægst møguliga sambært vísindaliga tilmælinum.

Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35%, og verður føroyski parturin sostatt 2.783 tons, samanborið við 3.433 tons í 2026.

- Smærru kvoturnar av svartkalva og kongafiski eru ávikavist 182,8 tons og 69 tons komandi ár, verður sagt í uttanríkis-og fiskimálaráðnum.

Føroyska sendinevndin var mannað við umboðum úr uttanríkis- og fiskimálaráðnum, Vørn, Havstovuni, Føroya Reiðarafelag og Felagnum Línuskip.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

Í gjár kl. 23:01

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Italia vann stórsigur í Turkalandi

22 minuttir síðan
Fótbóltur

Úrslitini og málskjúttarnir í dagsins Nations League dystum

34 minuttir síðan
Tíðindi

Wegovy-tablettir á danska marknaðin uttan um Novo

36 minuttir síðan
Fótbóltur

Svøríki hevur fingið fulla úrtøku í Nations League

1 tími síðan
Tíðindi

Nokta seg sek­ar í álvar­sama máli­num um rán og eld­áseting

1 tími síðan
Hondbóltur

Óli skoraði og legði upp til 11 mál í oddadystinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Samhaldsfasti hækkar gjaldið upp í 6.830 krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Bretska sendikvinnan vitjað Løgtingið

4 tímar síðan
Tíðindi

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

5 tímar síðan
Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir við hern­að­ar­flog­støð leys­latnir

6 tímar síðan
Tíðindi

Tøknin gevur og tekur

7 tímar síðan
Tíðindi

Aksel leggur uppskot til fíggjarlóg fram mikudagin

7 tímar síðan