Wegovy-tablettirnar hjá Novo Nordisk koma í dag á danska marknaðin. Tað er tó fyritøkan 2care4, sum stendur fyri søluni.
Tað upplýsir fyritøkan í einum telduposti til vinnumiðilin MedWatch, skrivar Ritzau.
2care4 fæst við parallellinnflutning. Tað merkir, at fyritøkan keypir upprunaliga heilivágin í øðrum ES-londum, pakkar hann av nýggjum og selur hann á danska marknaðinum.
Sostatt koma tablettirnar í sølu í Danmark, áðrenn Novo sjálvt hevur sett tær á marknaðin í heimlandinum.
Erik Sandberg, stjóri í 2care4, sigur við MedWatch, at marknaðurin fyri heilivág til vekttap mennist sera skjótt, og at eftirspurningurin er ovurstórur.
– Við hesi marknaðarføringini vísa vit virðið av parallellinnflutningi, sigur hann í skrivliga svarinum.
Sambært stjóranum ger evropeiska samstarvsnetið hjá fyritøkuni tað møguligt at fáa nýggjan heilivág á danska marknaðin.
Hjá Novo eru tey ikki bilsin av, at parallellinnflytarar síggja ein møguleika í at selja tablettirnar í Danmark.
Tað sigur Mads W. Ø. Larsen, stjóri í Novo Danmark, í eini skrivligari viðmerking til Ritzau.
Hann kann tó ikki siga, nær Novo sjálvt fer undir søluna.
– Vit fylgja okkara ætlan fyri at koma á nýggjar marknaðir, men kunnu enn ikki upplýsa, nær vit sjálvi seta tablettirnar á marknaðin í Danmark, ella hvør prísurin verður tá, sigur hann.
Wegovy-tablettirnar komu fyrst á marknaðin í USA í byrjanini av árinum. Síðani eru tær eisini komnar í sølu í Sameindu Arabisku Emiratunum, Bretlandi og Týsklandi.
Tablettirnar eru eitt alternativ til Wegovy, sum verður givið við sproytu, og fáast við resept.
Sambært 2care4 fer ein pakki at kosta millum 2.838 og 3.876 danskar krónur. Prísurin veldst um styrkina á tablettunum.