info
Ongi úrslit

Russar hava aftur dripið sivilfólk

Ein ukrainsk sendinevnd fer í dag at hava samrøður við amerikanska forsetan, Donald Trump í USA

Vilmund Jacobsen
9. oktober 2026 kl. 08:17

Í minsta lagi eitt fólk er dripið í russiskum loftálopi á Ukraina í nátt, og hetta var í býnum, Zaporizjzja.

Tað sigur virkandi guvernørurin í økinum, ⁠Mykhailo Semikin, á boðtænastuni, Telegram, og tað er Reuters, sum endurgevur.

Sagt verður eisini, at fleiri fólk eru særd í russiska álopinum.

Seinastu dagarnar eru rættiliga nógv sivilfólk dripin í Ukraina, og eitt nú hava russar lopið á tveir bussar við sivilfólki, har mong lótu lív.

Tíðindastovan NTB veit annars at siga, at ein ukrainsk sendinevnd í dag fer at hava samrøður við amerikanska forsetan, Donald Trump í USA.

Kelda til hesi tíðindi er ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Sum skilst á forsetanum, skulu partarnir serliga umrøða støðuna við russisku loftálopunum á Ukraina.

Volodymyr Zelenskyj sigur seg vænta, at evropeiskir samstarvspartar eisini verða við í samrøðunum teir næstu dagarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skaðin á bilin var ikki so stórur sum hildið

5 minuttir síðan
Tíðindi

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

7 minuttir síðan
Hondbóltur

Rakul Wardum og liðfelagarnir taptu sætta dystin á rað

19 minuttir síðan
Tíðindi

Atlantic Airways kosið besta leiguflogfelag í Danmark

35 minuttir síðan
Tíðindi

Uppskot til nýggja lendisumsitingarlóg sent til ummælis

55 minuttir síðan
Tíðindi

Ein maður endaði í brummuni

1 tími síðan
Tíðindi

Vilja keypa nýggjar motorar til Smyril fyri 74,4 milliónir

2 tímar síðan
Hondbóltur

Annika og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump heiðraði Musk: – Thomas Edison í okkara tíð

8 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Jóhan var toppskjútti í heimasigri hjá Skanderborg-Aarhus

8 tímar síðan
Tíðindi

Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar

9 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanska stjórnin: Øll skulu kunna síggja avrættingina

9 tímar síðan