info
Ongi úrslit

Uppskot til nýggja lendisumsitingarlóg sent til ummælis

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur sent uppskot til nýggja løgtingslóg um lendisumsiting til almenna hoyring.

Eirikur Lindenskov
9. oktober 2026 kl. 08:08

Heilsu- og orkumálaráðið:

Uppskotið skal dagføra og savna reglurnar um, hvussu lendið í Føroyum verður skipað og brúkt. Endamálið er at gera ábyrgdina greiðari og tryggja, at avgerðir um bygging og aðra nýtslu av lendinum verða tiknar á einum betri upplýstum grundarlagi. Verandi reglur eru í fleiri ymiskum lógarverkum og eru gjørdar í eini aðrari tíð, tá samfelagið og tørvurin á lendisnýtslu vóru øðrvísi enn í dag. 

Kommunurnar verða framvegis høvuðsmyndugleiki í vanligari lendisumsiting. Uppskotið gevur tó landsmyndugleikunum heimild at gera landslendisskipanir fyri øki, sum skulu brúkast til landsendamál, til dømis landsvegir, havnir, orku- og veitingarkervi, sjúkrahús og flogvallir. Hetta er ein broyting í mun til skipanina í dag. 

Ein onnur broyting er, at náttúru- og umhvørvisfyrilit skulu vera partur av grundarlagnum undir lendisskipanunum. Lendið skal flokkast eftir, hvussu viðkvæmt tað er. Í viðkvomum og serliga viðkvomum økjum kann neyðugt verða at gera kanningar ella árinsmetingar, áðrenn loyvi verður givið til bygging, lendisinntriv ella broytta nýtslu. 

Uppskotið leggur eisini upp til eina talgilda Lendisskrá, har uppskot og galdandi lendis- og økisskipanir verða tøkar. Tað skal gera tað lættari hjá borgarum, vinnu og myndugleikum at fáa greiðu á, hvørjar reglur galda, og hvar. 

– Hetta er eitt stórt lógararbeiði, sum fer at broyta verandi skipan á fleiri økjum. Tað er tí avgerandi, at kommunur, myndugleikar, vinna, áhugafeløg og borgarar fáa høvi at siga sína hugsan. Við hoyringini ætla vit fáa greiðari mynd av, hvussu uppskotið kann virka í verki, og hvar tørvur er á at tillaga tað, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum.

Uppskotið hevur áður verið til undanhoyringar hjá millum øðrum Kommunufelagnum, stjórnarráðunum og Føroya Kærustovni. Viðmerkingarnar eru viðgjørdar, og uppskotið er tillagað á fleiri økjum. Tað hevur eisini fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur, og ráðið tekur tí fegið ímóti viðmerkingum um bæði innihaldið og, hvussu skipanin kann fremjast í verki. 

Saman við lógaruppskotinum er ein kunningarbóklingur, sum greiðir frá høvuðstættunum í uppskotinum. Uppskotið og bóklingurin eru tøk undir „Uppskot til ummælis“ á heimasíðuni hjá Heilsu- og orkumálaráðnum. 

Ummælisfreistin er 19. november 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Rakul Wardum og liðfelagarnir taptu sætta dystin á rað

2 minuttir síðan
Tíðindi

Atlantic Airways kosið besta leiguflogfelag í Danmark

18 minuttir síðan
Tíðindi

Russar hava aftur dripið sivilfólk

30 minuttir síðan
Tíðindi

Ein maður endaði í brummuni

53 minuttir síðan
Tíðindi

Vilja keypa nýggjar motorar til Smyril fyri 74,4 milliónir

1 tími síðan
Hondbóltur

Annika og liðfelagarnir vunnu annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump heiðraði Musk: – Thomas Edison í okkara tíð

8 tímar síðan
Hondbóltur

European League: Jóhan var toppskjútti í heimasigri hjá Skanderborg-Aarhus

8 tímar síðan
Tíðindi

Styrkja samstarvið millum maritimu skúlarnar

9 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanska stjórnin: Øll skulu kunna síggja avrættingina

9 tímar síðan
Tíðindi

Fjórði fundurin í felagsnevndini hjá ES og Føroyum um Horizon Europe

9 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú er at smíða meðan jarnið er heitt

10 tímar síðan