info
Ongi úrslit

Góða evropeiska avrikið hjá H71 flytur steypafinaluna til 19. mars

Fyri fyrstu ferð síðani fyrstu steypafinalurnar í 1985 vera mansfinalan og kvinnufinalan ikki spældar sama dag

Heri Simonsen
9. februar 2022 kl. 23:05

Síðani fyrstu steypafinalurnar í hondbólti í 1985 hava steypafinalurnar vunnið sær stóra hevd í Føroyum.

Annan ella triðja leygardagin í februar klokkan 13.30 og klokkan 16 hava finalurnar hjá kvinnum og monnum verið á skránni, og finalurnar í yngri deildunum hava verið á skránni sama vikuskiftið. Hetta er alt farið fram í høllini á Hálsi í Havn. 

Men hesaferð verður fyrstu ferð, at finalurnar hjá kvinnum og hjá monnum ikki vera leiktar sama dag.

Framúr góðu og søguligu avrikini hjá H71-kvinnum í Europa Cup kappingini hava við sær, at H71 skal leika fjórðingsfinalur móti sterka ukrainska liðnum, Lviv á útivølli sunnudagin 13. februar klokkan 12, og sunnukvøldið 20. februar klokkan 20, dagin eftir steypafinaluna hjá monnum.

Leygardagin 26. februar eru steypafinalurnar í flogbólti. Leygardagin 5. mars spælir føroyska kvinnulandsliðið EM-undankappingardyst móti Eysturríki í høllini á Hálsi. Leygardagin 12. mars eru fleiri næmingar hjá Glasi, har ímillum spælarar hjá H71 á námsferð. Tí hevur HSF valt leygardagin 19. mars sum dagin tá H71 skal spæla steypafinalu móti antin Stjørnuni ella Kyndli.

HSF sigur, at tey fara at arbeiða fyri, at eitt samanfall millum steypafinalur og luttøku í evropeiskari kapping ikki kemur fyri aftur. Í HSF ynska tey, at føroysk feløg melda til evropeiskar kappingar, og vinna seg so langt í teimum kappingunum sum til ber. 

HSF metir eisini, at 19. mars er tann dagfestingin sum ger minst inntriv í SMS-deildina, landskappingina hjá kvinnum. 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bankarnir høvdu 286 mió. kr. í yvirskotið fyrra hálvár 2026

7 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggjar reglur um gjald til bøndur seinka vindmyllum – kunnu bíða til 2028

42 minuttir síðan
Tíðindi

Norðborg tíggju milliónir dýrari – klár í fyrsta lagi í desember

1 tími síðan
Tíðindi

Framvegis long bíðitíð á flogvøllinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórt forlag bannar vitlíki

3 tímar síðan
Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

8 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini

8 tímar síðan
Tíðindi

ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina

9 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

10 tímar síðan
Fótbóltur

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

10 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

10 tímar síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

10 tímar síðan