info
Ongi úrslit

Gróthart at framleiða úr føroyskum basalti

- Tað hevur verið eitt sindur rokaligt viðhvørt, og tað hava verið langir arbeiðsdagar. Men, eg tími hetta væl, og eg havi trúð upp á hetta alla tíðina, sigur Høgni Tausen á Føroya Grótvirki.

Vilmund Jacobsen
25. november 2021 kl. 00:05

Á Føroya Grótvirki, sum hevur alla sína framleiðslu úr føroyskum basalti, hava tey úr at gera, og tað er ikki minst framleiðslan av gravsteinum, sum er nógv vaksin. Nú jólini nærkast, er eisini vanligt, at fólk hugsa serliga nógv um tey, sum eru farin og vilja gera gravstaðin, sum kanska liggur á láni.

- Tá vit keyptu virksemið í Skopun í endanum av 2013, komu flestu gravsteinar úr útlandinum. Men, nú er okkara framleiðsla av gravsteinum so stór, at vit helst hava eina lítla helvt av marknaðinum í Føroyum. Soleiðis er eisini ein stórur partur av gravsteinunum, sum nú koma upp kring landið, føroyskir.

Tað sigur Høgni Tausen, stjóri á Føroya Grótvirki í Skopun. 

- Vit geva óbindandi tilboð, og møguleikarnir hjá okkum at ganga viðskiftafólki á møti í vali av gravsteini eru næstan óendaligir.  Virkið hevur nakrar gravsteinar at vísa fram, men avvarðandi eru altíð vælkomin við sínum egnu hugskotum. 

Tey eru ikki so fá, sum sjálvi koma við einum steini - einum hagasteini - sum fólk hava fingið loyvi at taka úr bønum ella haganum. Síðan gera tey á grótvirkinum steinin kláran eftir ynski hjá ávvarðandi.   
Høgni Tausen vísir á, at onkur gravsteinur, sum virkið í Skopun hevur gjørt, ímyndar fjøll ella umhvørvi á leiðini, har viðkomandi, sum farin er, búleikaðist.  Við tað, at gravsteinurin verður gjørdur úr føroyskum gróti, er einki ómøguligt.  
Høgni Tausen sigur, at Føroya Grótvirki eisini fer út um alt landið at seta upp gravsteinar, og í løtuni er ein túrur fyri framman, har farið verður út til Fugloyar.

Myndin er ikki tøk

Á Føroya Grótvirki verður høvuðsdentur lagdur á tríggjar ymiskar framleiðslur - gravsteinar, borðplátur og flísar av ymiskum slagi, alt úr føroyskum basalti. Stjórin sigur, at basalt er ein fantastisk rávøra at arbeiða við og við tað, at basalt ikki er líka hart, sum eitt nú granitt, er tað eisini sterkari og støkkur minni. 

- Tað hevur verið eitt sindur rokaligt viðhvørt, og tað hava verið langir arbeiðsdagar. Men, eg tími hetta væl, og eg havi trúð upp á hetta alla tíðina. Nú tað gongur nógv betur, og fólk rættiliga hava fingið eyguni upp fyri okkara framleiðslum, sær framtíðin rættiliga spennandi út, sigur Høgni Tausen.

Í aðrari grein á In.fo fara vit at vísa á ymisk arbeiði, sum Føroya Grótvirki ger og er partur av, og vit fara eisini at greiða eitt sindur frá um framtíðarætlanir, har eitt nú ein útbygging og dagføring liggur fyri framman.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Populisman tapti tíbetur í USA

21 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Minningarorð

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

1 tími síðan
Tíðindi

Estland steing­ir øll markna­lið til Russ­lands

1 tími síðan
Hondbóltur

Viborg vann seg trygt víðari í EHF European League

2 tímar síðan
Tíðindi

Menn í masku rændu handil við savn­ara­kort­um í Lyngby

2 tímar síðan
Fótbóltur

Jóhanna vann á Áslu í seinasta leikumfarinum

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 tapti seinna dystin við átta málum

3 tímar síðan
Tíðindi

Sjúkradagpengar, skatt­ur og stutt­tíð­ar­leiga á tingi mánadagin

3 tímar síðan
Tíðindi

34.000 fermetr­ar í Skála­firði skulu ger­ast vinnuøki

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Moldova á Kasakstan í okkara bólki

4 tímar síðan
Tíðindi

Dýrari at flúgva úr Grønlandi frá nýggjárinum

6 tímar síðan