info
Ongi úrslit
Ungu menninir eru farnir at analýsera. F.v. Rókur Davidsen, Elias Petersen og Jón í Horni Nielsen

Hálvt stig móti Meksiko

Luitjen Akselsson Apol telvaði remis á 1. borði í dystinum móti Meksiko, hinir taptu allir. Hóast mótstøðuliðið er sterkari, mundi bæði avrik og úrtøka vera í lakara lagi hjá okkara monnum í hesum dysti.

Eirikur Lindenskov
25. september 2026 kl. 01:04

Føroyar eru nú dragnaðar aftur á 120. pláss í røðini av 206 liðum, nú átta umfør eru avgreidd á talvolympiaduni í Usbekistan.

8. umfar (24. sept.)

Føroyar - Meksiko ½ - 3½

Luitjen Akselsson Apol (2305) - GM Gilberto Hernandez (2379) ½ - ½

IM John Rødgaard (2250) - Joshua Rodriguez (2279) 0 - 1

Jón í Horni Nielsen (2078) - Arturo Fernandez (2267) 0 - 1

Rókur Davidsen (1988) - Santiago Zacharias (2184) 0 - 1

Eftir tveir góðar dystir komu vit aftur til jarðar. Gaman í vóru mótstøðumenninir favorittar við hægri styrkimeting (75) og miðalstyrkitali (2328), men á einum góðum degi áttu vit at kunnað givið teimum dyggari mótstøðu enn í dag.

John Rødgaard hevur sent stutta frásøgn frá dystinum í dag móti Meksiko og frá dystinum í gjár, tá vit vunnu á Uruguay.
7. umfar (23. sept.) Føroyar - Uruguay 2½ - 1½

Luitjen fekk eina spennandi støðu við hvíta fólkinum í sisilianskum. Skuldi hann offra mannin? Hann so gjørdi. Tað var sera fløkt og ógreitt. Mótstøðumaðurin var eina løtu sinnaður fyri leikendurtøku og remis. Luitjen átti at tikið av. Rókur og tvær finnur fyri bispaparið er vanliga betra býtið, men bisparnir hjá mótstøðumanninum gjørdust tíverri øgiliga naskir, og brátt stóð støðan ikki at bjarga hjá Luitjeni.

Mótstøðumaður mín spældi eitt av høvuðsfrábrigdunum í fronskum, sum eg eri heimkunnugur í. Tá ið hann partú skuldi lata upp f-linjuna, fingu báðir riddararnir hjá mær rúmari ræsur. Stuðlaðir av frúnni og eini frífinnu trokaði eg meg inn um verjugarðar hansara.

Jón hevði eitt sera friðarligt talv. Har var ongantíð nakað stórvegis á vási, og so líðandi fjaraði av til remis.

Tá var meira plúmm í Eliasi, sum við svarta fólkinum kollrendi mótstøðumannin. Mótstøðumaðurin hevði parkerað annan hestin á b3, men har stóð hann mest bara til pynt. Fyrst opnaði Elias støðuna. So settist hann á opnu d-linjuna. Harnæst at jagstra forfjónaða riddaran á b3. Hann átti ongar góðar puntar, og til endans varð hann fangaður. Flott!
2½ - 1½ á Uruguay er okkara besta úrslit higartil í kappingini.

8. umfar (24. sept.) Føroyar - Meksiko ½ - 3½
Luitjen hevði svarta fólkið móti Hernandez Guerro (2379). Fyri fjórðingsøld síðan hevði hann styrkitalið 2572. Hann bygdi støðuna væl upp og hevði ítøkiligan fyrimun alt talvið, men onkursvegna var hann kortini ikki mentur at gagnnýta fyrimunin nóg væl, og so fjaraði av til remis.
Eg hevði hvítt móti Rodriguez. Hann fann eina góða støðu, sum eg ikki havi sæð fyrr. Hann hevði fyrireikað eina kombinasjón í sjey leikum. Eg dugdi ikki at síggja, at har var nakað at ræðast, og fall tí í freistingar. Best sum eg helt, at nú var sloppið, kom 8.-, og 9. leikur, sum eg ikki hevði sæð...
Jón kom at standa ov kroystur. Mótstøðumaðurin offraði síðani býtismunin, og tað var avgerandi. Omaná slapp hann at dusa sær við frúgvaoffri og mátálopi, sum Jón læt hann sleppa at fullføra.

Rókur telvaði leingi væl. Hevði honum eydnast at gera eitt uppbýti, hevði hann helst fingið talvið javnt. Nú gjørdist tað í staðin ov trongligt hjá honum, og við eitt hevði mótstøðumaðurin eina avgerandi kombinasjón í støðuni.
½ - 3½ - minni gott avrik hesaferð.

Móti Paraguay

Í níggjunda umfari í morgin telva Føroyar móti Paraguei. Hetta verður fimti dysturin okkara millum á talv-OL. Teir eru styrkismettir nummar 90, og hava ein stórmeistara og tveir altjóða meistarar á liðnum.

Annars er spenningur komin í aftur í toppinum, eftir at Usbekistan hósdagin var fyri sínum fyri ósigri í kappingini. Týskland koppaði oddaliðnum, og nú stendur á jøvnum millum hesi bæði londini, sum hava 14 stig hvør. Fleiri eru í hølunum á teimum við 13 stigum, millum annað USA, sum í níggjunda umfari brestur saman við Usbekistan.

Tilsamans ellivu umfør eru. Kappingin endar sunnudagin. 

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nations League: Átta dystir eru leiktir í dag

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Haaland gjørdi munin tá Noreg vann á Danmark

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Trúgvi Hávardsson var stóra hetjan hjá HK

3 tímar síðan
Tíðindi

Árni Andreasen gevur nýggjan sang út

3 tímar síðan
Tíðindi

Tjóðveldi vil taka løgregluna heim í 2028

4 tímar síðan
Tíðindi

El Niño: Hitin kann kosta 451.000 mannalív

5 tímar síðan
Tíðindi

Kjøtið dýrkað nærum átta prosent

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit kunnu ikki lata standa til, til hóttanin er í okkara túni

7 tímar síðan
Tíðindi

Faðir og dóttir á býráðsfundi

7 tímar síðan
Fótbóltur

Fjepparafelagið "Skansin" stuðlar Eydnudeildini

8 tímar síðan
Tíðindi

Hægri rentur og prísir minka um keypiorkuna hjá føroyingum

9 tímar síðan
Tíðindi

Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Vørn

9 tímar síðan