info
Ongi úrslit

Hans Jacob Joensen deyður

Fyrrverandi biskupur Hans Jacob Joensen er deyður.

Eirikur Lindenskov
13. desember 2021 kl. 21:49

Hans Jacob Joensen andaðist í heiminum í Birkerød í gjár, 12. desembur.

Hann varð føddur við Gjógv 10. november í 1938, og var 83 ár, nú hann doyði.
Hans Jacob var biskupur í eini søguligari tíð við stórari fyrisitingarligari menning. Hann byrjaði eitt stutt skifti sum varabiskupur, síðani biskupur og loksins fyrsti biskupur í fólkakirkjuni, eftir at málsøkið fólkakirkjan varð yvirtikið sum føroyskt sermál. 
Serliga tey fyrstu árini í stólinum vóru krevjandi, tá alt tað kirkjuliga lógarverkið skuldi lagast til føroysk viðurskifti, nú fólkakirkjan í Føroyum var vorðin eitt sjálvstøðugt biskupsdømi í danska kongaríkinum.
Hann hevði hollan kunnleika til grikskt mál, ið er frummálið hjá Nýggja Testamenti. Í fleiri ár undirvísti hann í hesi lærugrein á Guðfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum. Fleiri av prestunum, sum í dag eru í embæti í Føroyum, hava nomið málsligan kunnleika og nomið bíbliukunnleika við føtur hansara. 
Hans Jacob Joensen vaks upp við Gjógv. Hann tók studentsprógv á Føroya Studentaskúla í Havn í 1958 og teologiskt embætisprógv frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn í 1968.
Hann var prestur við Anna Kirke á Nørrebro í Keypmannahavn í 1968. Síðani gjørdist hann kapellanur við Risbjerg Kirke í Hvidorvre frá 1970 til 1975, tá hann varð innsettur sum prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi í Føroyum fræa 1975-78, tá prestagjaldið varð býtt sundur. Tá helt hann fram sum prestur í Suðurstreymoyar Eystara prestagjaldi.
Í 1990 gjødist Føroyar sítt egna bispadømi. Fyri ta tíð vóru Føroyar partur av Keypmannahavnar bispadømi. Hans Jacob Joensen fór frá við eftirløn, tá Fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007 og flutti saman við konuni til Birkerød við Keypmannahavn.
Hans Jacob Joensen var giftur Listbeth Andersen í 1968.
 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kom tætt at føroysku granskingini á Vísindavøku

1 tími síðan
Tíðindi

Turkurin sæst úr rúmdini

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vinstra, høgra, vinstra, høgra - tað er skeiva lagið

2 tímar síðan
Tíðindi

Uppreistrarfólk tikið ræðið á flogvølli í Etiopia

2 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarvenjingin Lion Protector í Vestmannasundi

2 tímar síðan
Tíðindi

Póllendingar stjólu 200 neyt í Týsklandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Rubio skal hitta Lavrov í New York

3 tímar síðan
Tíðindi

Lær føroyska rættskriving í Vági

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar fluttu seg 81.018.307 rørslumetrar

4 tímar síðan
Tíðindi

Felags kunningarfundur fyri nýggjar tilflytarar

5 tímar síðan
Tíðindi

Norðurlond fegnast um Grønlandsavtaluna

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri eykajáttanir á skránni í Vestmanna í dag

5 tímar síðan