info
Ongi úrslit

Hanus tulkar Hans Jacob Glerfoss

Í sambandi við 60 ára føðingardagin hjá Hanusi G. Johansen verður í dag givin út fløga við fimm av hansara løgum til yrkingar hjá Hans Jacob Glerfoss. "Eitt blað eg á kann skriva" kallast fløgan, sum Jens L. Thomsen hevur framleitt

info
Uni Arge
18. juni 2010 kl. 10:58
Tær fimm yrkingarnar hjá Hans Jacob Glerfoss eru um náttúru og at skriva, og Hanus gjørdi løgini millum 1979 og 1990. Í fløguhúsanum skrivar dóttir yrkjaran, Hansa Marfríða Glerfoss, um pápa sín, ið doyði 17. januar í ár, at hann var ein droymari, ein romantikari og ein leitari.

"Lív hansara var mangan ein reikan í einsemi og í toku. Til tíðir ein oyðimarkargongd, leitandi í tosta eftir lívi og vætu, við einum anda bønandi um frið. Einari leitan bornari av longsli eftir onkrum, ið hann trúði var betri. Ein leitan, stundum í blindum, men altíð vendum móti ljósinum og hitanum og lívinum. Tó hendan lýsing kann tykjast heldur døpur, ja, beinleiðis melankolsk, bera yrkingar hansara eyðkenni av ugga og vón."

Hon fegnast um tulkingarnar hjá Hanusi G. Johansen av teimum fimm yrkingunum og heldur, at tær eru meistarligar.

"Hann hevur blást lívsanda í og harvið givið orðunum veingir við at smíða løg og leggja rødd til, soleiðis at hesar burturgoymdu yrkingar annars fáa endurreisn í nýggjum hami," skrivar Hans Marfríða Glerfoss.
 
Tónleikarar á fløguni eru Hanus G. Johansen, Angelika Nielsen og Jens L. Thomsen, sum eisini hevur tikið upp og ljóðblandað tónleikin. Blýantstekningar og vatnlistmyndina í fløguhúsanum gjørdi Hans Jacob Glerfoss.
 
Um Hans Jacob Glerfoss verður upplýst í húsanum, at hann vaks upp í Kunoy hjá ommu og abba sínum, og sum 25 ára gamal gjørdi hann av at liva sum listamaður burturav. Hann gav út trý yrkingasøvn, "Til B" í 1966, "Fjallafossar" í 1967 og "Kvirra í reyðum og bláum" í 1969. Fyri hesi yrkingasøvnini fekk hann í 1969 mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. 

"Eitt blað eg á kann skriva" verður løgd fram í Norðurlandahúsinum í dag millum kl. 16.00 og 18.00 í sambandi við, at føðingardagur verður hildin fyri Hanusi G. Johansen. Røður verða hildnar, og Hanus sjálvur fer at spæla.

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

KA/Þór var fyri fimta tapinum á rað

3 tímar síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti hjá Ajax við átta málum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Västerås tapti á Gamla Ullevi leikvøllinum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar russiskt diesel til sperdar amerikanarar

5 tímar síðan
Hondbóltur

Teis mátti lúta fyri sínum gomlu liðfeløgum

5 tímar síðan
Tíðindi

Grønland kann avtaka summartíð longu næsta ár

6 tímar síðan
Tíðindi

SMS: Neistin vann á StÍF

6 tímar síðan
Ítróttur

Stórt altjóða judovikuskifti í Havn

6 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann stórsigur á Ferizaj

7 tímar síðan
Tíðindi

Vance fer ikki at hyggja um av­rætt­ing verð­ur send bein­leiðis

7 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta bjargaði 45 prosent av málroyndunum tá Skuru tryggjaði sær fyrsta sigurin

7 tímar síðan