info
Ongi úrslit

Hava prentað í Syðrugøtu í fimmti ár

Fríggjadagin fylti prentsmiðjan Estra í Syðrugøtu fimmti ár. Síðani 1965 hevur prentsmiðjan latið millum 1000 og 1200 prentordrar út av húsinum um árið – og ger tað framvegis

info
Eirikur Lindenskov
5. mai 2015 kl. 06:04
Fríggjadagin fylti prentsmiðjan Estra í Syðrugøtu fimmti ár. Síðani 1965 hevur prentsmiðjan latið millum 1000 og 1200 prentordrar út av húsinum um árið – og ger tað framvegis Vinnan í Sosialinum í dag hevur vitjað á prentsmiðjuni Estra, sum havnarmaðurin Stig G. Rasmussen stovnaði í 1965. Sonja á Líðarenda og Gunvá við Keldu eru í dag stjórar á Estra. Tær eru eisini partaeigarar saman við øðrum. Sonja hevur lært á Estra. Gunvá átti Vasti og keypti seg inn í Estra. Hon er eisini útbúgving grafikari og hevur lært á Norðlýsinum og Dimmalætting. Stig G.Rasmussen var fakmaður í prentfakinum. Hann var útbúgvin í Havn, men hevði arbeitt bæði í Íslandi og Danmark áðrenn hann kom aftur til Føroyar at arbeiða í sekstiárunum. Eitt skifti arbeiddu um 20 fólk á prentsmiðjuni og gjøgnum árini eru meira enn 30 lærlingar avlærdir á prentsmiðjuni. Millum 75 og 100 fólk hava tilsamans starvast á tí, sum í dag eitur Estra Vasti – ein grafisk fyritøka, sum ger totalloysnir á grafiska økinum. Stig G. Rasmussen stóð á odda fyri fyritøkuni líka til seinnnu helvt av áttatiárunum. Tá ið konan gjørdist álvarsliga sjúk, tók hann seg meira og meira úr fyritøkuni. Sonja á Líðarenda tók framleiðslupartin yvir og hevur sitið við tí uppgávuni síðani. Fíggjarliga partin og fyrisitingina tók ein annar havnamaður sær av. Kristoffur Laksá var júst liðugur við handilsskúlan, tá ið Ása Rasmussen gjørdist sjúk. Kristoffur Laksá var tá komin í Gøtu í nøkur ár, so Stig G. Ramussen kendi hann og sendi boð eftir honum. Hann hevur sitið við fíggjarligu ábyrgdini síðani tá. Hann og Sonja á Líðarenda keyptu eisini størsta partin av fyritøkuni, men júst nú hevur Kristoffur Laksá lagt frá sær og selt sín part í fyritøkuni. Tey, sum í dag eiga Estra eru teir báðir stjórarnir, Sonja á Líðarenda og Gunvá við Keldu, saman við Signari í Homrum og Jónreid Dalheim. Í dag arbeiða átta fólk fast á Estra Vasti. Ein fyritøka, sum er broytt frá at vera ein prentsmiðja til eina fyritøku sum í dag ger totalloysnir á grafiska økinum. Lesið meira um prentsmiðjuna í Syðrugøtu í Vinnuni í Sosialinum. Blaðið fæst í blaðsølu kring landi og á www.sos.fo

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Í gjár kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Í gjár kl. 21:48

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

Í gjár kl. 12:21

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

Í gjár kl. 11:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Smyril avlýsir fýra túrar í morgin

1 minuttur síðan
Tíðindi

Minnist til at tryggja leysar lutir

1 tími síðan
Fótbóltur

U17-kvinnurnar taptu stórt fyri Lettlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Róland Toftum tikið sæti í Vágs býráði

2 tímar síðan
Tíðindi

Fekk ikki und­ir­tøku fyri at skilja Før­oya Tele sundur

2 tímar síðan
Tíðindi

Vísa hvar vatnið kann standa hægst

2 tímar síðan
Tíðindi

Flogfar tikið úr flúgving tí fólk vórðu bitin av veggjadýrum

3 tímar síðan
Tíðindi

Útlánini vóru 74 prosent av BTÚ í fjør

3 tímar síðan
Tíðindi

Høvi at vitja umborð á Beautemps-Beaupré

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Fyrsta tapið nakrantíð fyri Andorra

4 tímar síðan
Tíðindi

Útlánsvøksturin er høgur, men minkandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Nú verður latið upp fyri limaskapi

5 tímar síðan