info
Ongi úrslit

HB tapti í Fuglafirði

ÍF vann fyrsta sigurin á árinum, og í síðstu løtu var stórur dramatikkur, tá ið HB venjarin varð rikin í húsið, og HB málverjin síðani gav ÍF sigursmálið

Jóannes Hansen
31. august 2024 kl. 19:46

Ivaleyst fer ÍF at at flyta niður. Men tað forðar ikki heilt stóra fagnaðinum í Fløtugerði í kvøld. ÍF hevur vunnið 2-1 ímóti stórfavorittunum í HB. Og í góðveðrinum stórfegnast fuglfirðingar á vøllinum og ikki minst kring vøllin.

HB tapið ber boð um fullkomuliga kollsigling av finalistunum í steypakappingini, sum seinnapartin fóru norður til Fuglafirðar í vónini um, at tað fór at eydnast at styrkja um støðuna í FM kappingini. HB var ársins størsti favorittur ímóti ÍF, og so var spurningurin, um tað fór at eydnast NSÍ, sum týskvøldið vann á heimavølli ímóti HB, eisini at vinna í Sarpugerði ímóti Víkingi.

HB totalkiksaði. Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst, men tá ið vongverjin í høgru Mathias Voss beinanvegin eftir steðgin og eftir flatt innlegg úr vinstru smekkaði bóltin upp í nettakið tóktist tað sum um, at hetta fór at ganga hjá favorittunum.

HB hevði leikliga yvirvág í fyrra hálvleiki og eisini í stórum løtum eftir steðgin, men tað eydnaðist ikki at økja um leiðsluna. HB spælararnir vóru ikki nóg neyvir í fleiri støðum, og so var Jákup Nolsøe Olsen ein brandur millum stólparnar hjá heimaliðnum.

ÍF vísti fínan hugburð. Heimamenninir løgdu nógv fyri í nærdystunum og teir vunnu ofta returbóltarnar. Tíðin arbeiddi fyri HB, men í næstsíðsta minutti eydnaðist tað ÍF at javna til 1-1. Málskjútti var Uros Stojanov eftir sending frá miðverjanum Peter Ullum.

Skelkurin í HB leguni var stórur, og Adolfo Sormani leyp framav, so dómarin vísti honum av økinum. Og HB venjarin var akkurát komin undir tak, tá ið ÍF skoraði 2-1 sigursmálið.

Fyrr í dag stóð á in.fo, at Teitur Matras Gestsson fór at verja HB málið í dag. Tíðindini úr HB leguni fyrr í vikuni vóru, at landsliðsmálverjin fór at vera klárur. Um hann var tað ella ikki, vita vit ikki. Men aftur í kvøld var tað Rasmus Nilsson, sum vardi HB málið, og at hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, stórkiksaði, var orsøkin til ÍF sigursmálið.

HB málverjin tøvdi ov leingi við at sparka bóltin út. Sera raski Bogi Reinert-Petersen leyp ímóti, tá ið málverjin royndi at sparka, og bólturin sigldi í boga omanfyri málverjan og í málið.

Fullkomið HB kiks og eyðmýking, og Ólavur Larsen og hansara menn vóru heilt í hopla, nú tað í 21. umfari eydnaðist ÍF at vinna ársins fyrsta sigur.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

14 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

35 minuttir síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

58 minuttir síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

1 tími síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

2 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

2 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

3 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy mátti lúta fyri Berg­en í steypa­kapp­ingini

5 tímar síðan
Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

12 tímar síðan