Sunnvá Dahl Høgfeldt, løgtingskvinna, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um nýtslu av el-súkklum í føroysku ferðsluni.
Hon vil millum annað hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ferðslureglur eru galdandi fyri el-súkklur í Føroyum, og hvør hámarksferðin er.
Eisini spyr hon, um nakað aldursmark er fyri at brúka el-súkklu í Føroyum, og um ymiskar reglur eru galdandi fyri ymisk sløg av el-súkklum.
Orsøkin til fyrispurningin er, at el-súkklur síggjast alsamt oftari í ferðsluni.
– Í ferðsluni eru fleiri el-súkklur at síggja, og eisini eru børn og ung, ið nýta hesar el-súkklur, skrivar Sunnvá Dahl Høgfeldt í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Hon vísir á, at fleiri ivamál eru millum fólk um, hvørjar treytir og reglur eru galdandi. Endamálið við fyrispurninginum er tí at fáa greiðu á, um el-súkklur yvirhøvur eru fevndar av serligum reglum í Føroyum, hvør hámarksferðin er, og um aldursmark ella aðrar treytir eru galdandi.