Tað skal verða lættari hjá útlendingum við uppihaldsloyvi í Føroyum at ferðast av landinum og heim aftur.
Tað er ein av høvuðsbroytingunum í einum uppskoti til ríkislógartilmæli um broytingar í útlendingalógini, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt fyri Løgtingið.
Við uppskotinum skulu triðjalandsborgarar við uppihaldsloyvi í Føroyum kunna fáa sama slag av uppihaldskorti sum útlendingar við uppihaldsloyvi í Schengenlondunum.
Í dag skrivar Útlendingastovan afturferðarloyvi til hvønn einstakan triðjalandsborgara, sum skal ferðast úr Føroyum og aftur. Sambært viðmerkingunum til uppskotið brúkar stovnurin eitt heilt ársverk til hetta arbeiðið.
Nýggju kortini skulu lætta um hesa umsitingina. Væntanin er, at Útlendingastovan tí kann brúka meira arbeiðsorku til at avgreiða umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og leingjan av loyvum. Tað kann eisini koma fyritøkum, sum hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi, til góðar.
Uppihaldskortini skulu hava andlitsmynd og fingramerki goymd í kortinum. Endamálið er at tryggja sambandið millum kortið og eigaran og at gera tað torførari at falsa ella misnýta uppihaldsskjøl.
Kortini skulu av trygdarávum ikki sendast til bústaðin hjá umsøkjaranum í heimlandinum, men útflýggjast eftir, at viðkomandi er komin til Føroya.
Enn eru tó praktiskir og fíggjarligir spurningar ógreiddir. Sambært uppskotinum verður framvegis tingast við danskar myndugleikar um, hvussu skipanin skal virka, og hvør skal rinda útreiðslurnar.
Útgerð til at taka andlitsmyndir og fingramerki verður mett at kosta umleið 250.000 krónur, meðan menning av KT-skipanum verður mett til umleið 100.000 krónur. Afturat koma millum annað útreiðslur til upplæring, rakstur og framleiðslu av kortunum. Kostnaðurin veldst tó um, hvør loysn verður vald.
Uppskotið hevur eisini aðrar broytingar við sær. Reglurnar um stigvísa íverkseting av talgildu inn- og fráferðarskipanini EES verða settar í gildi fyri Føroyar. Harumframt verður kærurætturin í sambandi við ETIAS-ferðaloyvi settur inn aftur í lógina. Sambært viðmerkingunum datt henda ásetingin óætlað burtur við eini lógarbroyting í 2025.
Uppskotið áleggur ikki umsøkjarum nýggj gjøld.
Talan er um eitt uppskot til ríkislógartilmæli, sum varð lagt fram 22. september. Tað er ikki endaliga samtykt.