Reuters veit tíðliga í morgun at siga, at spreingingar hava verið at hoyrt í miðbýnum í Kyiv í nátt eftir russisk dronuálop.
Tíðindastovan endurgevur sjónarvitnir í ukrainska høvuðsstaðnum.
Álopini millum londini ganga báðar vegir.
Reuters veit eisini at siga, at Ukraina enn einaferð hevur lopið á russisk oljureinsiverk.
- Oljureinsiverkið Novosjakhtinsk í russisku Rostov-regiónini er í nátt rakt í dronuálopi, skrivar Reuters.
Sambært tíðindastovuni upplýsir guvernørurin í russiska økinum, at framleiðslan á Novosjakhtinsk er steðgað orsakað av álopinum.