info
Ongi úrslit

Hørður og liðfelagarnir sluppu heiðurliga frá seinnu fjórðingsfinaluni

AB tapti bert 1-2 fyri superliguliðnum, FC Nordsjælland í seinnu fjórðingsfinaluni

Heri Simonsen
9. desember 2023 kl. 18:05

Hørður H. Askham og liðfelagarnir í AB, ið spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, høvdu í dag eina sera torføra uppgávu móti superliguliðnum, FC Nordsjælland í tí seinnu fjórðingsfinaluni í donsku steypakappingini.

FC Nordsjælland vann 3-0 í fyrru fjórðingsfinaluni á heimavølli, og tann seinna fjórðingsfinalan mátti eisini spælast á heimavøllinum hjá FC Nordsjælland í Farum, tí heimavøllurin hjá AB í Gladsaxe hevur ongan innlagdan hita.

FC Nordsjælland var á odda 2-0 í steðginum, og harvið 5-0 samanlagt. Tað eydnaðist tó AB at halda málið reint í seinna hálvleiki, og í 89. minutti skoraði Tim Freriks fyri AB, ið harvið tapti 1-2 og 1-5 samanlagt. Tó vann AB seinna hálvleik 1-0, og í tí fyrra dystinum var støðan javnleikur 0-0 í steðginum. Sostatt hevur AB borgað fyri tveimum góðum hálvleikum móti superliguliðnum, FC Nordsjælland.

Steypaævintýrið hjá Hørði og liðfeløgunum er liðugt á hesum sinni, og í vár fara teir í AB at stríðast fyri at sleppa at kappast í tí ovara endaspælinum í triðbestu deildini.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4. november kl. 16:31

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Rættarmálið hjá Trump móti BBC kann halda fram

47 minuttir síðan
Lesarabrøv

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

1 tími síðan
Tíðindi

56 fleiri í Sunda kommunu eftir einum ári

3 tímar síðan
Hondbóltur

Pengarnar 750 ferðir aftur um Føroyar vinna EM-gull

4 tímar síðan
Tíðindi

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

4 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: KÍF vann stórsigur á H71 2

4 tímar síðan
Tíðindi

Stuttfilmur um Lítla Dímun vann heiðursløn

5 tímar síðan
Fótbóltur

Jónas Prior og Jóhan Josephsen skifta til Víking

5 tímar síðan
Tíðindi

Nivi Olsen leggur frá sær eftir kravi frá egnum flokki

5 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin kvinnur: Jensa var besti leikarin í oktober

6 tímar síðan
Tíðindi

Klaus Kjellerup deyður

6 tímar síðan
Tíðindi

Frágreiðing: Tiltøk móti Russlandi verða umgingin

7 tímar síðan