19 dagar undan jólaaftan, leygarkvøldið 5. desember klokkan 19.30 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti fyrsta dystin í innleiðandi bólki E móti Ukraina í EM-endaspælinum. Dysturin verður leiktur í Katowice í Póllandi.
Mánakvøldið 7. desember klokkan 19.30 spæla Føroyar móti Fraklandi, og mikudagin 9. desember klokkan 17 móti vertstjóðini, Póllandi.
Danske Spil gevur pengarnar 750 ferðir aftur um Føroyar vinna EM-gull.
Noreg er sambært Danske Spil favorittur til at endurvinna EM-gull. Oddsini upp á, at Noreg vinnur EM eru 1,75. Frakland gevur pengarnar fýra ferðir aftur, og Danmark gevur pengarnar sjey ferðir aftur hjá Danske Spil, um tær vinna EM.
HER eru oddsini hjá Danske Spil upp á øll 24 EM-londini:
-
©