Fólkatalið í Sunda kommunu er vaksið úr 1.774 borgarum uppí 1.830 borgarar seinasta árið - frá 1. oktober 2025 til 1. oktober 2026.
- Hetta er ein vøkstur á 56 borgarar, sum svarar til 3,2 prosent.
Í kommununi halda tey, at tað var hugaligur lesnaður í KvF í dag, tá tíðindini bórust um, at fólkatalið í Føroyum er veksandi.
- Enn hugaligari var tað at lesa, at sera stórur fólkavøkstur hevur verið í Sunda kommunu seinasta árið.
Í Sunda kommunu verður víst á, at síðan samanleggingina í 2005 er tað einans frá 1. oktober 2014 til 1. oktober 2015, at vøksturin í fólkatalinum hevur verið størri enn undanfarna ár.
- Tá vaks fólkatalið úr 1.621 borgarum uppí 1.688 borgarar, og hetta var ein vøkstur á góð 4,1 prosent.
Og í kommununi leggja tey aftrat:
- Samanbera vit okkum við aðrar kommunur, vóru tað 1. oktober 2026 sambært Hagstovuni trettan kommunur í Føroyum, ið høvdu fleiri enn 1.000 íbúgvar.
Víst verður á, at í fólkatali er Sunda kommuna 6. størsta kommunan í landinum, og av teimum trettan kommununum vóru tað einans tvær kommunur, ið høvdu størri fólkavøkstur í prosentum enn Sunda kommuna seinasta árið.
- Samstundis er vert at nevna, at kommunan í ár hevur selt met nógv grundstykkir, og tá árið endar, væntast talið á seldum grundstykkjum at verða omanfyri 30, verður lagt aftrat.