Nivi Olsen úr Demokraatit leggur frá sær sum landsstýriskvinna í Grønlandi. Hon hevur umsitið útbúgving, mentan, ítrótt og kirkjumál.
Hetta hendir, eftir at Atassut í gjár tók seg úr landsstýrissamgonguni vegna eitt mál um játtanir til felagið KNQK.
Í einum uppslagi á Facebook takkar Nivi Olsen teimum, sum hon hevur samstarvað við í stuttu tíð síni í landsstýrinum.
– Tað hevur verið ein stórur heiður at sleppa at arbeiða við útbúgving, ítrótti, mínum hjartabarni fólkaskúlanum, kirkjumálum og ikki minst mentan, skrivar hon sambært Ritzau.
Í uppslagnum greiðir hon ikki nærri frá, hví hon leggur frá sær, men staðfestir, at broytingar eisini hava ein prís.
Í kvøld sigur hon tó við Sermitsiaq, at krav varð sett um, at hon fór frá. Kravið kom frá báðum samgonguflokkunum, Demokraatit og Inuit Ataqatigiit, og sostatt eisini frá hennara egna flokki.
– Tí hevði eg ikki nakað annað val og ongan annan møguleika at bera meg at, sigur Nivi Olsen við blaðið.
Málið snýr seg um stuðul til felagið KNQK. Sambært KNR brúkti felagið í 2025 pengar til onnur endamál enn tey, sum játtanin var ætlað til.
Felagið fekk kortini játtan fyri 2026, áðrenn tað hevði greitt frá málinum og goldið pengarnar aftur. Nivi Olsen verður løgd undir ikki at hava røkt sína ábyrgd sum landsstýriskvinna í málinum.
Í síðstu viku vóru tvær atkvøðugreiðslur um misálit á hana í grønlendska tinginum, Inatsisartut. Hon hóraði undan báðum.
– Eg síggi ikki, hvussu eg havi brotið lógina, segði hon undir orðaskiftinum.
Eftir at Atassut hevur tikið seg úr samgonguni, eru Demokraatit og Inuit Ataqatigiit eftir í landsstýrinum. Flokkarnir hava framvegis meiriluta við 18 av teimum 31 tingsessunum. Siumut tók seg úr samgonguni í mars í ár.
Við tað at Atassut er farið úr samgonguni leggur Maritha Broberg eisini frá sær sum landsstýriskvinna í almanna-, arbeiðsmarknaðar-, familju- og innlendismálum.
Jørgen Rosbach úr Demokraatit tekur við málsøkjunum hjá Nivi Olsen, meðan Aqqaluaq B. Egede úr Inuit Ataqatigiit tekur við málsøkjunum hjá Marithu Broberg. Tað upplýsir grønlendska landsstýrið í einum tíðindaskrivi.