info
Ongi úrslit

Rættarmálið hjá Trump móti BBC kann halda fram

Ein amerikanskur dómari hevur latið rættarmálið halda fram. Trump krevur umleið 67 milliardir krónur í endurgjaldi.

© Isabel Infantes/Reuters
Myndatekstur Donald Trump hevur stevnt BBC fyri klippingina av einari røðu í einari dokumentarsending. Savnsmynd.
Eirikur Lindenskov
11. november 2026 kl. 02:36

Ein samveldisdómari í USA hevur sýtt bretska miðlahúsinum BBC at fáa málið, sum Donald Trump hevur reist móti tí, víst burtur. Tað skrivar Ritzau.

Málið snýr seg um eina dokumentarsending, har BBC klipti tveir partar av einari røðu hjá Trump saman. Røðan varð hildin undan álopinum á Kongressina 6. januar 2021. Klippingin fekk tað at síggja út, sum um Trump beinleiðis heitti á sínar stuðlar um at leypa á kongressbygningin.

BBC hevur biðið um umbering fyri klippingina og vísir aftur, at talan var um ærumeiðing. Avgerðin hjá dómaranum snýr seg um, at málið kann viðgerast víðari. Enn er eingin dómur fallin um endurgjaldskravið.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Næsahjólið á Widerøe-flogfari órógvaði

4. november kl. 22:28

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

J. D. Vance eftir valið: - Øll vita hví vit taptu

4. november kl. 16:31

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

54 minuttir síðan
Tíðindi

56 fleiri í Sunda kommunu eftir einum ári

3 tímar síðan
Hondbóltur

Pengarnar 750 ferðir aftur um Føroyar vinna EM-gull

3 tímar síðan
Tíðindi

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

4 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: KÍF vann stórsigur á H71 2

4 tímar síðan
Tíðindi

Stuttfilmur um Lítla Dímun vann heiðursløn

4 tímar síðan
Fótbóltur

Jónas Prior og Jóhan Josephsen skifta til Víking

5 tímar síðan
Tíðindi

Nivi Olsen leggur frá sær eftir kravi frá egnum flokki

5 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin kvinnur: Jensa var besti leikarin í oktober

5 tímar síðan
Tíðindi

Klaus Kjellerup deyður

5 tímar síðan
Tíðindi

Frágreiðing: Tiltøk móti Russlandi verða umgingin

7 tímar síðan
Fótbóltur

Schjønberg fer nú at venja kvinnurnar hjá Esbjerg

8 tímar síðan