5. oktobur er altjóða læraradagur. Í ár eru 60 ár liðin, síðan yvirlýsingina hjá UNESCO, ið tók fram týdningin hjá lærarum fyri uppvaksandi ættarliðum.
Altjóða læraradagur verður hildin um allan heim á hátíðarhalda og varpa ljós á læraran og stóra arbeiðið, sum lærarar gera hvønn einasta dag. Eisini skúlar, næmingaráð og skúlastýri í Føroyum skipa fyri ymsum tiltøkum henda dagin.
Yvirlýsingin hjá UNESCO um týdningin hjá lærarum kom í 1966, men dagurin var ikki hildin sum altjóða læraradagur fyrr enn í 1994. Yvirlýsingin hjá UNESCO spratt úr heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948 um mannarættindi, har eitt punkt er, at øll hava rætt til skúlagongd. Ljós verður varpað á, hvussu stóran týdning lærarin hevur sum undirvísari og eisini, hvussu týdningarmikil lærarin er, tá ið tað snýr seg um at menna virknar borgarar í einum modernaðum samfelagi. Skal lærarin megna hesa stóru og týðandi uppgávuna, má hann alt lívið førleikamenna seg og dagføra sína vitan og fyrireika seg til dagsins gerning, sum ongantíð er líka. At verða undirvíst/ur av einum útbúnum lærara er treytin fyri dygdargóðari útbúgving. Læraradagurin er eisini við til at varpa ljós á, at útbúgving er ein grundleggjandi menniskjarættur.
Góðska í útbúgving er heimsmál nummar 4. Hetta er tað heimsmál, sum er mett sum tað týdningarmesta av teimum 17 heimsmálunum, sum eru orðað. Semja er um, at øll skulu fáa atgongd til eina holla útbúgving. Jeffrey Sachs, serfrøðingur í burðardyggari menning á Columbia University, sigur, at hetta heimsmál er tað týdningarmesta støðið fyri eini burðardyggari menning. Hetta málið var eisini tað, sum fekk hægstu raðfesting millum 10 milliónir fólk, tá tey vórðu spurd, hvat tey hildu hava størsta týdning fyri sítt húski. Eingin ivi er um, at holl útbúgving skapar eitt dygt grundarlag at skilja og loysa avbjóðingar, sum heimssamfelagið er fyri, og samstundis eisini at vaksa um javnvirðið og vælferðina hjá øllum í heiminum, og at styrkja fólkaræðið.
Evnið á altjóða læraradegnum í ár er “Standing with teachers” ella “Vit taka lógvatak um lærarar“. Education International, ið er altjóða felagsskapurin fyri lærarafeløg, heitir á myndugleikar og altjóða samfelagið enn sum áður um at gera íløgur í lærarar og stuðla teimum við at skapa eina friðarliga, rættvísari og burðardygga framtíð fyri øll. Tey leggja eisini dent á týdningin av, at myndugleikar eru í samskifti við fakfeløg læraranna, so at vit kunnu skapa góða útbúgving fyri øll børn og ung kring allan heimin.
5.oktober í ár hátíðarheldur Føroya Lærarafelag 70 ára føðingardagin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelag altjóða læraradagin. Eitt væl givið høvi at fagna einum av størstu varðunum í okkara mentanarsøgu, sum hugsjónar lærarar á sinni tóku stig til og øll árini síðani hava dugnað við at breiða bøkur á føroyskum út til børn í øllum aldri. Dagurin verður hildin í Finsen í Havn, skrivar Skúlablaðið á netinum.