info
Ongi úrslit

Í grannalondum sleppa fyritøkur undan kringsvarpsgjaldi

Føroyar víkja grundleggjandi frá sínum grannalondum, tá ið hugt verður eftir fyritøkum og kringvarpsgjaldi

Eirikur Lindenskov
4. desember 2023 kl. 13:09

Tað vísir Vinnuhúsið á í sínum hoyringsskrivi til ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrinum í kringvarpslógini.

Í Danmark, Noregi og Svøríki rinda fyritøkur als ikki kringvarpsgjald. Síðani hesi lond fyri nøkrum árum síðani umskipaðu kringsvarpsgjaldið til at verða fíggjað umvegis skattin, hava fyritøkur ikki rindað kringvarpsgjald. Í Íslandi rinda fyritøkurnar eitt munandi minni gjald, enn fyritøkurnar í Føroyum gera. Tær rinda umleið 1000 krónur um árið.

Gjald eftir lønarútreiðslum
Síðani 2015 hevur tað verið álagt fyritøkum í Føroyum at rinda kringvarpsgjald. Lógin sigur, at gjøldini eru ymisk í mun til støddina á fyritøkuni. Gjaldið er ásett eftir, hvørjar samlaðu lønarútreiðslurnar eru. Til dømis hava fleiri smærri fyritøkur lønarútgjaldingar millum 1 og 3 milliónir krónur. Tær skulu rinda 7000 krónur um árið í kringvarpsgjaldi. Aðrar fyritøkur hava skipað sítt virksemi í ymiskum dótturfeløgum. Fyri hesar fyritøkur er kringvarpsgjaldið fleirfalt.

Yvir átta milliónir
Sambært einari uppgerð frá TAKS, so rinda 1.523 føroysk virkir kringvarpsgjald. Samlaða upphæddin er 8.136.500 krónur.

TAKS upplýsir eisini, at:

  • 143 virkir rinda kr. 12.000 í kringvarpsgjaldi
  • 44 virkir rinda kr. 9.000 í kringvarpsgjaldi
  • 168 virkir rinda kr. 8.000 í kringvarpsgjaldi
  • 390 virkir rinda kr. 7.000 í kringvarpsgjaldi
  • 263 virkir rinda kr. 3.500 í kringvarpsgjaldi
  • 515 virkir rinda kr. 2.000 í kringvarpsgjaldi

Ein bati
Ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrinum leggja upp til at lækka kringvarpsgjaldið fyri tær smæstu fyritøkurnar. Ítøkiliga er ætlanin, at tær fyritøkurnar, ið hava undir eina millión krónur í lønarútreiðslum um árið, fáa ein lætta á 500 krónur um árið. Hetta er ein bati, skrivar Vinnuhúsið.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Elisabeth Petersen vann bilin

3. november kl. 13:50

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Danmark og Noreg við flestum ófaklærdum lærarum

4 minuttir síðan
Tíðindi

Ungur bilførari fekk koyriforboð

15 minuttir síðan
Tíðindi

Atassut fer úr grønlendska landsstýrinum

46 minuttir síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Eg vil ikki lata Donbas frá mær

55 minuttir síðan
Hondbóltur

Jóhan hevur spælt 125 landsdystir

1 tími síðan
Tíðindi

Sálmar við styrki

8 tímar síðan
Tíðindi

Aksel ger útlendskt øl dýrari

8 tímar síðan
Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

9 tímar síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

9 tímar síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

10 tímar síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

10 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

11 tímar síðan