info
Ongi úrslit

Ísraelski herurin hevur bjargað seks dripnum gíslum

Ísraelski herurin hevur funnið seks deyðar gíslar í Rafah. Ein er amerikanskur ríkisborgari, siga Hvítu Húsini.

Eirikur Lindenskov
1. september 2024 kl. 05:53

Ísraelski herurin, IDF, hevur funnið seks lík av gíslum, sum Hamas hevur hildið har í einum tunli undir býnum Rafah í Gaza.
Tað boðar amerikanski forsetin, Joe Biden, frá sunnumorgunin í tíðindaskrivi frá Hvítu Húsunum.
Hvítu Húsini vátta, at ein av teimum dripnu gíslunum var ísraelsk-amerikanski Hersh Goldberg-Polin.
Sambært Hvítu Húsunum vórðu gíslarnir funnir fyrr um dagin.
Goldberg-Polin var 23 ára gamal og varð tikin gísli, meðan hann var á tónleikafestivali í Ísrael 7. oktober.
- Eg havi arbeitt ótroyttiliga fyri at fáa teirra (foreldranna, red.) elskaða Hersh heim í øllum góðum, og tað sker hjartað at hoyra um deyða hansara, sigur Biden í tíðindaskrivinum.
- Takið ikki feil, leiðararnir í Hamas skulu gjalda fyri hesi brotsverk. Og vit fara framhaldandi at arbeiða døgnið runt fyri at tryggja okkum eina avtalu um at sleppa teimum gíslunum leysum, sum eru eftir, heldur tað fram.
Foreldrini hjá Goldberg-Polin hava hitt heimsleiðarar og biðið um hjálp. 21. august hildu tey eisini røðu á demokratiska stevnuni í Chicago.
- Hetta er politisk stevna. Men at fáa okkara einasta son - og allar hinar elskaðu gíslarnar - heim er ikki nakað politiskt mál. Tað er ein menniskjalig søk, segði pápi Goldberg-Polin, Jón Polin.
Ísraelski herurin váttar, at hann hevur bjargað seks gíslum, sum eru dripnir í Gaza.
Enn eru ongar upplýsingar um, hvørjir hinir fimm gíslarnir, sum eru dripnir, eru.
7. oktober tók Hamas umleið 250 gíslar. Áðrenn boðini um teir seks gíslarnar, sum vórðu dripnir, hoyrdist úr Ísrael, at hildið varð, at tað framvegis vóru 108 gíslar í Gaza og at umleið ein triðingur av teimum vóru dripnir.
Átta gíslar eru bjargaðir úr Gaza - tann seinasti, Qaid Farhan Alkadi, varð týsdagin funnin og bjargaður.
Flestu onnur vórðu leyslatin undir eini viku langari fyribils vápnahvíld í november í staðin fyri, at palestinar, sum vóru fongslaðir í Ísrael, vórðu leyslatnir.
Hamas sigur, at fleiri gíslar eru dripnir í ísraelskum loftálopum og undir miseydnaðu bjargingarroyndunum.
Ísraelskir hermenn drupu av misgáum tríggjar ísraelar, sum vóru slopnir undan fangaskapi í desember.

/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stórabretland við revsitiltøkum ímóti tíggju russiskum oljuframleiðarum

4 minuttir síðan
Tíðindi

Nú kann søkjast um orkuískoyti

23 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggj bók um Sámal Toftanes

55 minuttir síðan
Tíðindi

Søren Huss á Voxbotn

59 minuttir síðan
Tíðindi

Hugnaligur jólamarknaður fyri alla familjuna

1 tími síðan
Hondbóltur

U17-landsliðið skal spæla EM-undankapping við Tjarnir

1 tími síðan
Tíðindi

56 seglbátar við 191 ferðafólkum vitjaðu í Vági

1 tími síðan
Tíðindi

Veitarar úr Eysturoy á vitjan í Noregi

2 tímar síðan
Tíðindi

12. november á forsíðunum gjøgnum árini

3 tímar síðan
Fótbóltur

Meistaravenjari kemur ikki aftur til Runavíkar

3 tímar síðan
Tíðindi

Danmark lækkar partafelagsskattin niður í 19 prosent

3 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar við í norð­ur­lendsk­um út­boði um veður­lags­til­búgv­ing

3 tímar síðan