info
Ongi úrslit

Jaspur Langgaard gevst í Sam­bands­flokki­num

– Eg havi avgjørt ikki at stilla upp aftur í politikki.

Eirikur Lindenskov
11. januar 2026 kl. 16:55

Tað skrivar Jaspur Langgaard, sum í løtuni er tingmaður fyri Sambandsflokkin, á Facebook.

Hann hevur síðani 16. september í 2024 sitið á tingi fyri Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur verið í sjúkrafarloyvi. Hann sigur við in.fo, at hann tekur sæti aftur á tingi á næsta tingfundi, sum verður 29. januar, tá lyftan er klár soleiðis, at hann sleppur í koyristóli á tingsins røðarapall.

– Í hesum sambandi vil eg fegin nýta høvi at takka øllum teimum, sum persónliga hava víst mær álit og stuðul – bæði við orðum, arbeiði og undirtøku. Tað hevur havt stóran týdning fyri meg.

Takk fyri ferðina og fyri álitið, skrivar hann.

Lesið eisini: Jaspur Langgaard gevst í politikki

Við Dimmalætting sigur Jaspur Langgaard, at hann hevur gjørt av at raðfesta vinnuliga virksemið hægri, og samstundis fjalir hann ikki, at hann harmast um kósina hjá fleiri í Sambandsflokkinum, tá ið lógvaruppskotið um fría fosturtøku var fyri í tinginum.

– Eg eri stjóri í Kodio, har tað gongur væl. At tað vóru tey í Sambandsflokkinum, sum tóku undir við fríari fosturtøku hevur gjørt tað lættari hjá mær at velja. Eg kundi tikið avgerð um at bjóðað meg fram aftur og stríðst í flokkinum fyri siðbundnu virðunum, men nú havi eg valt at raðfesta fyritøkuna fram um politikkin. Eg smekki ikki við hurðini í Sambandsflokkinum, men tað er eingin loyna, at eg eri misnøgdur við gongdina í flokkinum, tá ið tað snýr seg um etisku virðini, sigur Jaspur Langgaard við Dimmalætting.

Hann undirstrikar samstundis, at hann ongar ætlanir hevur um at skifta til annan flokk.

Jaspur Langgaard hevur tvær ferðir verið á sambandslistanum, og báðu ferðirnar var hann nummar átta. Fyrru ferð fekk hann  hann 265 atkvøður og seinnu ferð fekk hann 256 atkvøður.

Á løgtingsvalinum í 2008 stillaði hann upp fyri Miðflokkin, og tá gjørdist hann eisini nummar 8 á listanum hjá Miðflokkinum, sum tá fekk tríggjar mans valdar á ting. Jaspur Langgaard fekk tá 55 atkvøður.

Higartil hevur ósemjan í Sambandsflokkinum um fosturtøkulógina ført til, at fleiri fyrrverandi politikarar í flokkinum hava vent flokkinum bakið, eitt nú Edva Jacobsen, fyrrverandi tingkvinna, Sámal Hanni Lognberg, valevni fyri flokkin, Johannes Martin Olsen, fyrrverandi løgtingsmaður (1970-1988)  og fólkatingsamaður (1981-1985 & 1994-1998) fyri Sambandsflokkin.

 

Mest lisið hesa vikuna

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nations League: Átta dystir eru leiktir í dag

18 minuttir síðan
Fótbóltur

Haaland gjørdi munin tá Noreg vann á Danmark

35 minuttir síðan
Tíðindi

Árni Andreasen gevur nýggjan sang út

48 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Trúgvi Hávardsson var stóra hetjan hjá HK

48 minuttir síðan
Tíðindi

Tjóðveldi vil taka løgregluna heim í 2028

2 tímar síðan
Tíðindi

El Niño: Hitin kann kosta 451.000 mannalív

3 tímar síðan
Tíðindi

Kjøtið dýrkað nærum átta prosent

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit kunnu ikki lata standa til, til hóttanin er í okkara túni

5 tímar síðan
Tíðindi

Faðir og dóttir á býráðsfundi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fjepparafelagið "Skansin" stuðlar Eydnudeildini

6 tímar síðan
Tíðindi

Hægri rentur og prísir minka um keypiorkuna hjá føroyingum

6 tímar síðan
Tíðindi

Søkt verður eftir nýggjum stjóra til Vørn

6 tímar síðan