info
Ongi úrslit

Jóhan Hendrik W. Poulsen áttati

Føroyski málfrøðingurin, Jóhan Hendrik W. Poulsen, fyllir í dag áttati

info
Marjun Dalsgaard
20. juni 2014 kl. 10:23
Jóhan Hendrik W. Poulsen varð føddur í Sumba 20. juni í 1934. Foreldrini, Kristianna og Niels Winther Poulsen, sum var lærari, búðu í Sumba um tað mundi, men fluttu til Skopunar, tá Jóhan Hendrik var um 6 ára gamalur. 

Hann vaks upp og gekk í skúla í Skopun og síðan gekk leiðin til Havnar, har hann fekk sær framhalds- og studentsprógv í 1952. Eftir tað fór hann undir hægri lestur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Har las hann fyrst latín og enskt eitt skifti, men skifti síðan yvir at lesa norrøna málfrøði. Hann tók mag.art. prógv í 1966. Eftir eitt starvsár í USA kom hann í 1968 heimaftur at starvast á nýstovnaða Fróðskaparsetrinum í Føroyum. Hann búsettist í Kirkjubø, haðani kona hansara Birna Patursson er ættað.

Í 1969 fór Jóhan Hendrik undir eina sending, nevnd Orðabókin. Tað var fyri at samla inn orð, ið lítið var vitað um. da útvarpssending, varð væl umtókt, og nógv sendu inn nógv orð við postinum. Tað mesta av hesum tilfari, var við í føroysku orðabókini, ið hann var aðalstjóri á, og sum kom út 24.juli í 1998.

Jóhan Hendrik w. Poulsen var lektari á Føroyamálsdeildini til 1. september 1997, tá hann valdi at leggja frá sær. Hann hevur bæði savnað føroysk orð, sum vóru um at fara í gloymsku, og kveikt nýtt lív í gomul orð og givið teimum nýggjan týdning aftrat tí gamla. Dømi um hetta eru orð sum tyrla, telda og teldil.

Í 1998 gav Føroya Fróðskaparfelag út Føroyska orðabók, ið var tilevnað úr stóra orðasavninum á Føroyamálsdeildini og við tilmælum frá málkønum fólki av einari ritsjórn við fimm fólkum, har Jóhan Hendrik var aðalritstjóri.

Í 2004 gav forlagið Fróðskapur út greinasavn eftir Jóhan Hendrik W. Poulsen í sambandi við sjeyti ára føðingardag hansara við bókarheitinum Mál í mæti, og í 2009 gav forlagið Sprotin út í  bók orðabókarsendingarnar, sum Jóhan Hendrik W. Poulsen hevði í Útvarpi Føroya 1969-1993.

Bókin er heiðursrit í sambandi við 75 ára føðingardag hansara og ber heitið: Orðabókin.

Fyri Føroyamálsdeildina hevur Anfinnur Johansen ritstjórnað hesar báðar bøkurnar, ið meir enn nakað annað lýsa virði av tí fjøltáttaða málsliga arbeiðinum hjá Jóhan Hendriki W. Poulsen.

Jóhan Hendrik W. Poulsen hevur verið við til at leggja lunnar undir hægri undirvísing og málsliga gransking í Føroyum, soleiðis at lestur og gransking á Føroyamálsdeildini nú er javnsett við lestur og gransking í øðrum londunum.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

3 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

4 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

5 tímar síðan
Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

5 tímar síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

6 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

6 tímar síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Burn: EB mátti lúta fyri Kyndli í høllini á Eiði

7 tímar síðan
Tíðindi

Annar sigurin á rað hjá Skuru

7 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður eingin fótbóltur í Vági í morgin

7 tímar síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd vís­ir akr­ar á goml­um hav­botni í Niður­londum

7 tímar síðan