info
Ongi úrslit

Kaja er nú borgarstjóri

Næstu vikuna avloysir Kaja Joensen varaborgarstjóri Tórbjørn Jacobsen borgarstjóra

Jóannes Hansen
6. apríl 2024 kl. 09:20

Kaja Joensen tekur aftur eina vakt sum borgarstjóri, í næstu viku, meðan borgarstjórin er uttanlands í kommunalum ørindum. Táið Runavíkar býráð hevði skipað seg eftir seinasta kommunuval, og tikið við valdinum um ársskiftið 2020/21, varð Kaja varaborgarstjóri. Nú hon loysir av í eina viku, er hetta triðja ferðin, yvirhøvur, at ein kvinna situr í sessinum hjá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu. Sæunn Ólavsdóttir Hansen loysti eitt skifti í 2010 Magnus Rasmussen av sum borgarstjóri.

Fýra listar stillaðu upp til seinasta kommunuval, og av teimum 11 býráðslimunum eru 7 valdir á Lista A, 1 á Lista B, 1 á Lista C og 2 á Lista D. Kaja Joensen er vald á Lista A og fekk næstflestar atkvøður á listanum og á kommunuvalinum yvirhøvur – 132 atkvøður. Kaja situr annars sum næstforkvinna í fíggjarnevndini og í byggi- & býarskipanarnevndini.

 

Virkandi borgarstjórin er fødd hin 18. apríl í 1974. Hon er uppvaksin í Lamba og býr í Saltangará. Eftir lokið miðnám á Kambsdali í 1994, flutti hon til Havnar og lærdi til farmakonom á Tjaldurs Apoteki. Hon starvaðist á Apotekinum fram til 2003, tá ið hon fór í læru í Føroya Sparikassa og hevur hon starvast sum kundaráðgevi í bankanum, sum nú gongur undir heitinum Betri, í 19 ár.

Hon er gift Christiani Joensen og eiga tey tveir synir – Trygva og Bjarta.

Valdi borgarstjórin er tøkur aftur í starvinum mánadagin hin 15. apríl.

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

VIDEO: Gonguprát við Inga Jonhardsson um steypafinaluna

5 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundarnir koma heim

5 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Hørð byrjan

5 tímar síðan
Tíðindi

Lágmæltur krígsfilmur úr Ísrael

6 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanski miðbankin hækkar rentuna

6 tímar síðan
Hondbóltur

Ovi og Pauli vunnu seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini

6 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Füchse Berlin mátti lúta fyri Veszprém

7 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB kopp­aði greipu­vinn­ar­u­num

7 tímar síðan
Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

8 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel fekk dreymabyrjan men tapti fyri superliguliði

8 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Áki legði upp til málið sum tryggjaði Mjällby eitt stig

8 tímar síðan
Tíðindi

Ray á Roks vann silv­ur við skerpi­kjøti og sjó­pylsu á pizzuni

9 tímar síðan