Í samband við uppskotið um nýggja fíggjarlóg, segði kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, í gjár, at uppskotið leggur upp til at gera Kanada minni heft av USA.
Í uppskotinum, sum varð lagt fram í gjár, verður sagt, at tað fer at taka tíð at gera landið minni heft av USA, men skiftið er í gongd.
Hetta hendir bert fáar dagar eftir, at Demokratarnir vunnu millumvalið í USA.
Men, sjálvt um Demokratarnir hava víst ynskið um at slaka handilskríggið móti Kanada, kann kanadiski búskapurin ikki longur vera heftur at amerikanska marknaðinum.
- Viðurskiftini við USA verða ikki tey somu aftur, sigur kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, sambært útlendskum miðlum.