info
Ongi úrslit

Løgmaður biðið um frágreiðing um Bakkafrost-málið

Beinir Johannesen hevur biðið danska løgmálaráðharran, Nicolai Wammen, um eina frágreiðing um viðgerðartíðina í Bakkafrost-málinum. Føroya rættur staðfesti týsdagin, at málini eru fyrnd.

Eirikur Lindenskov
6. november 2026 kl. 19:05

Drúgva viðgerðartíðin í málinum móti Bakkafrosti fær nú løgmann at venda sær til danska løgmálaráðharran.

Løgmansskrivstovan boðar frá, at Beinir Johannesen, løgmaður, sum eisini umsitur lógarmál, hevur biðið Nicolai Wammen um eina frágreiðing um viðgerðartíðina í málinum.

– Tað er av stórum týdningi, at mál, sum verða meldað til løgregluna, verða avgreidd í rímiligari tíð, og neyðugu stigini verða tikin, áðrenn mál fyrnast, sigur Beinir Johannesen.

Hann leggur dent á, at tað hevur týdning fyri rættartrygdina í samfelagnum, at mál verða avgreidd rættstundis í rættarskipanini.

Meira enn fýra ár til ákæru

Áheitanin kemur, eftir at Føroya rættur týsdagin 3. november staðfesti, at málini móti Bakkafrosti eru fyrnd.

Heilsufrøðiliga starvsstovan meldaði Bakkafrost í desember 2021, men ákæra varð ikki reist fyrr enn í apríl í ár.

Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, hevur við Kringvarpið greitt frá, at starvsfólkatrot er ein av orsøkunum til drúgvu viðgerðartíðina.

Skuldarspurningurin ikki viðgjørdur

Ákærurnar snúðu seg um seks møgulig brot á flutningskunngerðina í 2020. Sambært ákæruvaldinum vóru flutningar í Suðuroynni framdir uttan loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Harumframt var ákært fyri vantandi skráseting av einum flutningi úr Froðba til Porkeris.

Rætturin hevur ikki tikið støðu til, um Bakkafrost framdi lógarbrotini. Fyrst varð viðgjørt, um málini vóru fyrnd, soleiðis sum verjin hjá felagnum gjørdi galdandi.

Upprunaliga fráboðanin fevndi um bæði flutningskunngerðina og lúsakunngerðina. Tá metti Heilsufrøðiliga starvsstovan, at grundarlag var fyri einari sekt á 67 milliónir krónur. Tað var sostatt ein meting hjá starvsstovuni og ikki ein sekt, sum rætturin hevði álagt felagnum.

Sambært Kringvarpinum fekk ákæruvaldið 14 dagar at taka støðu til, um úrskurðurin skal kærast til Landsrættin.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

Í gjár kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

Í gjár kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: VÍF tapti við fimm málum - avrikaðu væl í seinna hálvleiki

31 minuttir síðan
Tíðindi

Kanada tekur frástøðu frá USA í fíggjarætlan

2 tímar síðan
Tíðindi

Klaksvík: Biskupsstøðgøta breiðkað

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Universi­tets­sjúkra­hús á papp­ír­i­num, men hvar eru íløgur­nar?

3 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Láadal 35 ára starvsdag á Hotel Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

4 tímar síðan
Tíðindi

Danska poppdrotningin Medina á OY Voxbotn 2027

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum ⛑

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil vita, hvat landskassin fekk burtur úr skerdum frádráttum

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Odmar gleðir seg til avgerandi Nations League dystirnar

4 tímar síðan
Tíðindi

Rúsviðgerðin røkkur ikki øllum

5 tímar síðan
Tíðindi

European Cup: Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki upp á VÍF

5 tímar síðan