Ein dystur var í dag leiktur í niðara endaspælinum í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Vesturi á Eiðinum í Vági eydnaðist tað B36 at vinna 2-0 á FC Suðuroy. Bæði málini vóru skotin tíðliga í seinna hálvleiki
FC Suðuroy-B36 0-2 (0-0)
0-1 Jiselle Souza (50.)
0-2 Anja Johansen (53.)
B36 er fremst við 21 stigum. 07 Vestur hevur 20 stig á øðrum plássinum. 07 Vestur hevur tó spælt ein dyst færri. ÍF hevur sjey stig og FC Suðuroy hevur fýra stig.
Kelda: FaroeSoccer