Gongdin er tung fyri tíðina hjá liðnum hjá landsliðsmálverjanum, Aleksandar "Sasja" Lacok, TSV St. Otmar St. Gallen.
Í dag gjørdist talan um fjórða tapið á rað í bestu sveisisku hondbóltsdeildini.
St. Gallen tapti í dag á útivølli 32-34 fyri oddaliðnum, Kriens. Í steðginum var Kriens á odda 17-15.
Andreas Björkman vardi málið hjá St. Gallen størra partin av dystinum. Sasja slapp tó upp í part, og hann megnaði at bjarga einum brotskasti.
St. Gallen er nummar seks í deildini við seks stigum. Kriens er fremst við 18 stigum.
Sunnudagin 18. oktober klokkan 16 hevur St. Gallen dyst á heimavølli móti Zürich.