info
Ongi úrslit

KG Hotel kosið ársins ferðavinnuátak

KG Hotel í Klaksvík hevur fingið heiðurin sum Ársins átak í føroyskari ferðavinnu. Gunnar Skúvadal varð samstundis kosin Ársins ferðavinnufólk.

Eirikur Lindenskov
7. november 2026 kl. 16:31

Á árligu Ferðavinnustevnuni, sum varð hildin á Hotel Hafnia fríggjadagin, vórðu tveir heiðrar handaðir fyri serlig avrik í føroyskari ferðavinnu.

KG Hotel í Klaksvík varð kosið Ársins átak 2026.

Í grundgevingini legði dómsnevndin dent á dirvið, nýhugsanina og tær stóru íløgurnar, sum liggja aftanfyri hotellið.

Dómsnevndin heldur, at KG Hotel hevur skapt nýggjar møguleikar í ferðavinnuni og givið ferðavinnuni í økinum nýtt lív.

Serliga verður víst á, at hotellið sameinir framkomnar hentleikar, vælveru og føroyska náttúru í einum nýggjum ferðavinnutilboði.

Sambært dómsnevndini er KG Hotel meira enn bara eitt nýtt hotell. Tað verður mett sum eitt nýbrot, ið kann styrkja ferðavinnuna í økinum.Gunnar Skúvadal heiðraður

Ársins ferðavinnufólk 2026 gjørdist Gunnar Skúvadal.

Hann fekk heiðurin fyri sítt drúgva og ótroyttiliga arbeiði við at menna føroyska ferðavinnu.

Í grundgevingini verður víst á, at Gunnar Skúvadal hevur megnað at knýta føroyska søgu, mentan, matupplivingar og náttúru saman í fjølbroytt ferðavinnutilboð.

Hann verður eisini róstur fyri at hava verið við til at skapa og varðveita eitt livandi ferðavinnuumhvørvi.

Dómsnevndin metir, at hansara arbeiði hevur havt stóran týdning fyri menningina av ferðavinnuni og fyri upplivingarnar hjá gestum í Føroyum.

Í dómsnevndini sótu Henny á Líknargøtu fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Annika Lisberg fyri kunningarstovurnar.

Tað er Ferðavinnufelagið, sum skipar fyri árligu heiðursbrævhandanini.

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

2. november kl. 17:48

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Silja, Vár og Lív vunnu føroyingauppgerðina

9 minuttir síðan
Fótbóltur

Piteå hevur bjargað plássinum í bestu svensku fótbóltsdeildini

47 minuttir síðan
Tíðindi

SEV kann fara í rættin um dampketilin á Sundi

1 tími síðan
Tíðindi

70.000 løgreglufólk klár til nýggj mótmæli í Fraklandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Tá arbeiðararnir skipaðu seg

2 tímar síðan
Tíðindi

Tætt millum stóru flokkarnar í Nýsælandi

3 tímar síðan
Tíðindi

Kavafonn – Lena Anderssen klár við nýggjum sangi

3 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri ferðafólk við Sam enn alt árið í fjør

3 tímar síðan
Tíðindi

Stór sølustevna á Drelnesi

3 tímar síðan
Tíðindi

Ísland setur upp radarar, sum finna skip uttan AIS

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Fróði vil flyta 170 milli­ón­ir úr fyri­sit­ing til vælferð

4 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

4 tímar síðan