info
Ongi úrslit

Kinesiska BYD yvirhálar Tesla

Kinesiska BYD sær út til at fara fram um amerikanska Tesla og gerast heimsins størsti framleiðari av elbilum í 2025.

Eirikur Lindenskov
2. januar 2026 kl. 11:45

Kinesiski elbilaframleiðarin sær út til at fara fram um Tesla

Í 2025 seldi BYD 2,26 milliónir elbilar. Mett verður, at sølan hjá Tesla fer at koma upp á 1,6 milliónir elbilar.

Kinesiska BYD sær út til at yvirhála amerikanska Tesla og gerast heimsins størsti framleiðari av elbilum.

Tað sæst á sølutølum og metingum, skrivar miðilin CNBC.

Hvørkið av teimum báðum feløgunum hevur almannakunngjørt ársroknskap fyri 2025.

Men hósdagin legði BYD fram sølutøl fyri árið. Her sæst, at sølan hjá kinesiska elbilaframleiðaranum vaks við næstan 28 prosentum til 2,26 milliónir elbilar.

Enn hevur Tesla ikki lagt fram sølutøl fyri árið. Tað fer felagið væntandi at gera seinni í dag.

Ein miðalmeting vísir tó, at Tesla leveraði 1,6 milliónir elbilar í 2025.

Metingin er eitt miðaltal grundað á metingar frá fleiri fíggjarhúsum.

Sambært CNBC fer sølan av 1,6 milliónum bilum at svara til eina minking uppá umleið átta prosent í mun til søluna hjá Tesla í 2024.

Tesla hevur seinastu tíðina upplivað lægri eftirspurning og vaksandi kapping frá serliga kinesiskum kappingarneytum.

Samstundis hevur tað, at stjórin í Tesla, Elon Musk, í fjør var við í Trump-stjórnini og í amerikanskum politikki, elvt til trupulleikar.

Tesla hevur millum annað mist marknaðarpart í Evropa, skrivar tíðindastovan Reuters.

Í november hevði Tesla 1,7 prosent av evropeiska bilamarknaðinum, meðan felagið hevði 2,4 prosent sama mánað í fjør.

Afturgongdin sæst í Fraklandi, har talið av nýggjum Tesla skrásetingum minkaði við 66 prosentum í desember í mun til sama mánað árið fyri.

Tesla er eisini minkað í Svøríki. Í desember minkaði talið av tilmeldingum við 71 prosentum í mun til desember 2024.

Í Noregi gongur tó øvugtan veg.

Her vóru 89 prosent fleiri Teslar skrásettir í desember í mun til árið fyri.

/Ritzau/

 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Donsk bløð rósa Grøn­lands­av­tal­uni – men sig­ur­in hevur sín prís

48 minuttir síðan
Fótbóltur

Rasmus Nolsøe er nýggjur hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum

1 tími síðan
Fótbóltur

Jørgen avloysir Páll

2 tímar síðan
Tíðindi

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

7 tímar síðan
Tíðindi

HB váttar: Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari

8 tímar síðan
Tíðindi

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

8 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Andrias ætlar at enda ovarlaga í Nations League bólkinum

9 tímar síðan
Tíðindi

Mikkjal Thomas­sen er nýggj­ur HB-venjari

9 tímar síðan
Tíðindi

Listapýði í Posthúskjallaranum

9 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna hvussu skatturin rakar tey við lágum inntøkum

9 tímar síðan
Tíðindi

Hetta merk­ir nýggja Grøn­lands­av­talan

10 tímar síðan
Hondbóltur

Teis sendi Paula og Jákup úr steypakappingini - GOG tapti í Sønderborg

10 tímar síðan