info
Ongi úrslit

Leiðari settur fyri Ung­dóms­ráð­gev­ing­ina hjá Sinnisbata

Sinnisbati hevur sett Gunnvá Árnadóttir Djurhuus í starv sum leiðara fyri nýggju Ungdómsráðgevingina hjá felagnum.

Eirikur Lindenskov
6. oktober 2026 kl. 11:09

Tíðindaskriv:

Gunnvá er 39 ára gomul, úr Leirvík og útbúgvin sosialráðgevi. Hon hevur meira enn 10 ára royndir innan barna- og ungdómsøkið, sosialum arbeiði og tvørfakligum samstarvi.

Ungdómsráðgevingin hjá Sinnisbata er eitt nýtt fyribyrgjandi tilboð til øll ung í Føroyum. Endamálið er at skapa eitt trygt, ókeypis og lætt atkomuligt stað, har ung kunnu venda sær, tá teimum tørvar hjálp, ráðgeving ella onkran at tosa við. Tilboðið er ment við íblástri frá Headspace í Danmark og Íslandi.

Við sínum drúgvu royndum fer Gunnvá at hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum at menna og skapa eitt dygdargott tilboð til ung.

– Vit eru sera fegin um at kunna bjóða Gunnvá vælkomnari sum leiðara fyri nýggju Ungdómsráðgevingina. Við setanini tekur Sinnisbati enn eitt týðandi stig í arbeiðinum við at styrkja sálarheilsuna hjá børnum og ungum í Føroyum og menna fyribyrgjandi átøk, sum kunnu lofta ungum í mistrivnað. Vit gleða okkum til at kunna bjóða ungum í Føroyum eitt tilboð í nærmastu framtíð, sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.

Á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur skipar Sinnisbati fyri almennum tiltaki í auluni í Finsen við denti á sálarheilsu hjá ungum. Eftir tiltakið verður opið hús í nýggju hølunum hjá Ungdómsráðgevingini.

Á degnum verða navnið, samleikin og heimasíðan hjá ráðgevingini almannakunngjørd, og møguleiki verður at hitta nýggja leiðaran, Gunnvá Árnadóttir Djurhuus.

 Øll eru hjartaliga vælkomin. Meira kann lesast um tiltakið og skránna á sinnisbati.fo

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hallur Hansson gevst í fótbólti

16 minuttir síðan
Tíðindi

Eitt rør er brotið í Ánagjógv

27 minuttir síðan
Tíðindi

Bárður á Lakjuni fer at framføra í Strandamáling

59 minuttir síðan
Tíðindi

34 ár síðani svarta oktober

1 tími síðan
Tíðindi

Meiriluti er fyri at beina burtur forboðið móti kjarnorku í Litava

1 tími síðan
Tíðindi

Stór konsert í Vestmanna

1 tími síðan
Tíðindi

Starvsdagar á Brandstøðini í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Einki endur­gjalds­krav um Steno-bygning­urin ikki verður bygdur

2 tímar síðan
Tíðindi

Takplátur vóru um at ríva seg leysar

2 tímar síðan
Tíðindi

Gevur fløgu út við gomlum kontryløgum

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður: Eingin trup­ul­leiki við Merki­num á donsk­um henaðar­búnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Bilur fór út av Oyndar­fjarðar­vegnum

3 tímar síðan